info
Ongi úrslit

Fleiri sløg av mjøli aftur­kall­að – kanna pos­ar­nar heima

Mjølið kann innihalda blámusoppaeitur. Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki, sum hava ein av posunum á listanum, til at lata hann aftur í handilin ella beina hann burtur.

Eirikur Lindenskov
20. november 2026 kl. 13:01

Valsemøllen A/S afturkallar fleiri sløg av mjøli, tí vandi er fyri, at tey kunnu innihalda mykotoksin, eisini nevnt blámusoppaeitur.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur spurt handlar, hvørji av mjølsløg kkini hava verið seld í Føroyum. Talvan niðanfyri vísir, hvørji partí eru staðfest seld í Føroyum, og hvørji kunnu hava verið seld her.

Allar best-fyri-dagfestingarnar eru farnar. Hevur tú framvegis ein posa heima, skalt tú samanbera vøruheiti, strikukotu og best-fyri-dagfesting við listan. Samsvara upplýsingarnar, mælir Heilsufrøðiliga starvsstovan til at lata posan aftur í handilin, har hann varð keyptur, ella at beina hann burtur.

Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann blámusoppaeitur hava ein heilsuvanda við sær. Stovan metir, at talan er um ein vanda, sum ikki er bráfeingis.

Hesi mjølpartí eru fevnd av afturkallingini

Vøra

Vekt

Strikukota

Best fyri

Søla í Føroyum

Valsemøllen Dansk Hvedemel

2 kg

5701075203659

15.09.2026

Selt í Føroyum

First Price Hvedemel

2 kg

7311041073445

01.09.2026 og 15.09.2026

Selt í Føroyum

Valsemøllen Manitoba

1,7 kg

5701075203239

01.09.2026 og 29.09.2026

Selt í Føroyum

Valsemøllen Tipo00

1,7 kg

5701075203260

29.09.2026

Selt í Føroyum

Valsemøllen Tipo00

1,7 kg

5701075203260

01.09.2026

Kann hava verið selt í Føroyum

Rema1000 Hvedemel

2 kg

57058300165631

01.09.2026, 15.09.2026 og 29.09.2026

Selt í Føroyum

Falkemel

2 kg

5701075006328

15.09.2026

Kann hava verið selt í Føroyum

Mamone Hvedemel

2 kg

5712870759432

01.09.2026, 15.09.2026 og 29.09.2026

Kann hava verið selt í Føroyum

Mamone Bagehvedemel

2 kg

5712876523587

01.09.2026 og 29.09.2026

Kann hava verið selt í Føroyum

Budget Hvedemel

2 kg

5712871868133

29.09.2026

Kann hava verið selt í Føroyum

Kelda – Heilsufrøðiliga starvsstovan


Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

8 minuttir síðan
Tíðindi

Jarðarferðin hjá Haraldi kongi kostaði 195 milliónir krónur

53 minuttir síðan
Tíðindi

Fíggjarætlanin samtykt einmælt – uppskot um skattalækking fall

1 tími síðan
Tíðindi

Seyðahundakapping í Vágadali

1 tími síðan
Tíðindi

Støre: - Trump var ikki óður

2 tímar síðan
Tíðindi

Herða eftirlitið við sosialari dumping í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Pólland: – Enn ein russisk provokatión

3 tímar síðan
Tíðindi

Hava stovnað Lungnafelag Føroya

3 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Trý fólk dripin í russiskum álopi á Kyiv

3 tímar síðan
Lesarabrøv

At gera tað sama umaftur og umaftur, og væntað eitt annað úrslit, er ørskapur

3 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall hjá flog­skip­ar­um á Ice­land­air út­sett til 10. desember

4 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar møta Georgia í dystunum um uppflyting í Nations League

4 tímar síðan