Tíðindaskriv:
Dagførdur eftirlitsleistur skal styrkja átakið móti sosialari dumping
Arbeiðseftirlitið, TAKS, Føroya Politi og Útlendingastovan hava dagført leistin, sum verður brúktur í felags eftirlitum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Endamálið er at styrkja eftirlitið við sosialari dumping, tránýtslu av arbeiðsmegi og arbeiðstongdum kriminaliteti.
Myndugleikarnir hava samstarvað um eftirlit á arbeiðsmarknaðinum síðan 2019. Útlendingastovan er seinni komin upp í samstarvið.
Dagførdi leisturin tekur støði í gransking og norðurlendskari vitan frá INTEGRATE-verkætlanini um arbeiðstongdan kriminalitet, tránýtslu av arbeiðsmegi og vandar í arbeiðsumhvørvinum. Granskingin vísir millum annað, at ábendingar um tránýtslu kunnu koma til sjóndar á ymiskum málsøkjum. Tí er týdningarmikið, at upplýsingar og eygleiðingar hjá myndugleikunum verða mettar í einum samlaðum høpi.
Á eftirlitunum verður millum annað hugt at:
arbeiðsumhvørvi og trygd
arbeiðstíð og setanarviðurskiftum
lønarútgjaldingum, skatti og øðrum fíggjarligum viðurskiftum
arbeiðs- og uppihaldsloyvum
teknum um trýst, hóttanir, skuldabinding ella aðra tránýtslu.
“Dagførdi eftirlitsleisturin byggir á gransking og royndir úr Norðurlondum. Hann hjálpir okkum at arbeiða meira skipað og at síggja sambandið millum viðurskifti, sum hvør sær ikki altíð geva alla myndina. Soleiðis kunnu vit betur avdúka og fyribyrgja sosialari dumping og arbeiðstongdum kriminaliteti,“ sigur Tummas Pauli Juul, virkandi stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
Dagførdi leisturin leggur eisini dent á, at arbeiðstakarar skulu kunna greiða frá sínum arbeiðsviðurskiftum undir tryggum umstøðum. Tá ið tørvur er á tí, kann tulkur verða nýttur, og arbeiðstakarar kunnu verða kunnaðir um síni rættindi og hvar tey kunnu fáa hjálp.
Hvør einstakur myndugleiki fylgir upp møguligum brotum eftir sínum málsøki og sínum lógarheimildum.
Eftir ætlan verða tvey felags eftirlit afturat framd í 2026. Tey verða framd eftir nýggja leistinum.