info
Ongi úrslit

Fiskivinnuskúlin verður »Miðnám í Vestmanna«

info
Eirikur Lindenskov
27. februar 2017 kl. 08:20
Navnið Fiskivinnuskúlin fer nú í søguna, og skúlin fer at eita Miðnám í Vestmanna.   Hesum boðar Jákup Andreasen, skúlastjóri, frá í morgun.   Hann sigur, at skúlin síðan 2013 hevur verið partur av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum við tilfeingisbreytini. Talan er um serliga breyt við støði í einum føroyskum veruleika, har lærugreinirnar tilfeingi og tilfeingisfrøði mynda profilin hjá skúlanum. Lærugreinirnar snúgva seg um náttúrutilfeingi í breiðari merking. Tískil er ikki longur samsvar millum gamla navnið og innihaldið í útbúgvingini hjá næmingunum.   Búmerkið, sum skúlin brúkar og framhaldandi fer at brúka, er sniðgivið av Sendistovuni. Hetta avmyndar ein vatndropa og eitt blað í einum kringi ella ringrás. Búmerkið skal signalera lív, náttúru, umhvørvi og burðardygga gagnnýtslu av náttúruríkidøminum, har ringrásin er avgerandi fyri, at vit kunnu liva av okkara náttúruríkidømi í framtíðini.   Navnið Miðnám í Vestmanna skal eisini geva næmingum og foreldrum eina greiða ábending um staðseting, og at talan er um ein skúla javnbjóðis aðrar miðnámsskúlar í landinum. Samstundis hevur navnið eina breidd, sum ikki er avmarkandi fyri virksemið á skúlanum í framtíðini.      

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Tey rokast í Skúgvi í dag

Í gjár kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russisk oljureinsiverk rakt í ukrainskum álopi

21 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

29 minuttir síðan
Tíðindi

Hetlendingar umhugsa tunnilsgjøld

32 minuttir síðan
Tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu kring landið í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Tvey harðskapsmál fráboðað løgregluni

1 tími síðan
Tíðindi

Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 18

1 tími síðan
Hondbóltur

Kjartan skoraði og legði upp til 10 mál

1 tími síðan
Tíðindi

Nógv fólk í býnum og nógv at gera hjá løgregluni

1 tími síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona misti sigurin seinastu løtuna

2 tímar síðan
Tíðindi

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

3 tímar síðan
Tíðindi

Nærum fýra milli­ónir til hjálpar­arbeiðið hjá Reyða Krossi

3 tímar síðan