info
Ongi úrslit
© Mynd: Stringer/Ritzau Scanpix
Russisku valstøðini lótu upp tíðliga fríggjamorgunin, tá trý dagar langa tjóðartingsvalið byrjaði. Hetta er fyrsta valið til russiska tjóðartingið, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.

Putintrúgvur flokkur fær nærum helvtina av atkvøðunum

Sameint Russland stendur til aftur at gerast nógv størsti flokkurin í russiska tjóðartinginum. Valið er tað fyrsta síðani Russland gjørdi fullskalaálop á Ukraina í 2022.

Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 19:25

Sameint Russland, flokkurin sum stuðlar Vladimir Putin forseta, stendur til at fáa 49,4 prosent av atkvøðunum á russiska tjóðartingsvalinum.

Tað vísir ein exit-poll kanning frá russiska miðlinum IFX, sambært Reuters.

Russar hava atkvøtt í tríggjar dagar, og sunnudagur er seinasti valdagurin.

Talan er um fyrsta valið til Duma'ina, niðara kamarið í russiska tjóðartinginum, síðani Russland gjørdi fullskalaálop á Ukraina í februar 2022. Sameint Russland hevur frammanundan greiðan meiriluta og meira enn tveir triðingar av teimum 450 tingsessunum.

Putin hevur gjørt valið til roynd

Vladimir Putin er ikki sjálvur upp á val, men hann hevur lagt stóran politiskan týdning í úrslitið.

Undan valinum segði hann, at valið skuldi vísa, at milliónir av russum standa aftan fyri russisku hermenninar í Ukraina.

Reuters metir, at Kreml væntandi fer at brúka eitt gott úrslit hjá Sameindum Russlandi sum prógv um fólksliga undirtøku fyri politikkinum hjá Putin og krígnum í Ukraina.

Men møguleikarnir hjá russum at velja millum grundleggjandi ymiskar politiskar kósir hava verið avmarkaðir.

Flestu valevnini, sum alment eru ímóti krígnum, eru noktað at stilla upp. Hinir stóru flokkarnir, sum eru við í valinum, hava í týðandi málum regluliga atkvøtt saman við Sameindum Russlandi.

450 limir skulu veljast

Allir 450 limirnir í Duma'ini verða valdir fyri fimm ár.

Helvtin – 225 limir – verður vald eftir landsumfatandi flokkslistum. Hin helvtin verður vald beinleiðis í 225 einmansvaldømum.

Tí ber ikki beinleiðis til at umrokna tey 49,4 prosentini hjá Sameindum Russlandi til sama prosentpart av tingsessunum. Flokkurin kann fáa ein størri part av sessunum, alt eftir úrslitinum í teimum einstøku valdømunum.

Russiska valnevndin upplýsti í dag, at valluttøkan var komin upp móti 57 prosentum tíðliga um kvøldið. Fyrstu úrslitini verða kunngjørd í kvøld, meðan meira fullfíggjað úrslit verða væntað í morgin.

Kelda: Ritzau/Reuters

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vildi heldur havt friðartiltak enn hernaðarvenjing

8 minuttir síðan
Lesarabrøv

Ríkisfelagsskapurin gevur atgongd til fleiri tvískattaavtalur

1 tími síðan
Tíðindi

Trygdarskapandi tøkni kann fáa størri leiklut í vælferðini

1 tími síðan
Tíðindi

AfD størsti flokkur – flokkurin hjá Merz nærum undir sperrumarkinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Bárður: Føroyingar skulu ikki kenna seg ótryggar

2 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarar og djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederik­sen: Havi eitt sera gott sam­band við Trump

3 tímar síðan
Tíðindi

Fýra frystilínuskip í føroyskum sjógvi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona er nú fimtfremst í italsku Seriu B

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu skulu Føroyar fáa mat, um kreppa rakar?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel og Vejle leiktu bæði javnt á útivølli

4 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu stórsigur á heimavølli

4 tímar síðan