Vilt tú vera partur av nýggju fyribyrgingareindini hjá Føroya Politi?
Soleiðis spyr Føroya Politií tíðindaskrivi:
Føroya Politi styrkir nú tað kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiðið við at seta á stovn eina fyribyrgingareind, og tí søkja vit eftir tveimum starvsfeløgum. Av tí at talan er um eina nýggja eind, fært tú møguleika at vera við til at byggja víðari upp á verandi royndir, samstundis sum vit skulu ganga nýggjar leiðir og menna nýggj hugskot.
Fyribyrgingareindin
Føroya Politi hevur í nógv ár verið partur av einum vælvirkandi toymi á SSP-økinum (Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi). Nú styrkja vit hetta arbeiðið við nýggju eindini og tveimum starvsfólkum afturat. Eindin verður mannað av einum politifakligum leiðara, tveimum politifakligum SSP-starvsfólkum og báðum nýstovnaðu sivilu størvunum. Eindin fer at arbeiða breitt við fyribyrging av brotsverkum.
Haraftrat verður eisini eitt serútbúgvið toymi sett á stovn, sum skal arbeiða miðvíst við fyribyrging av tráelting, harðskapi í nærsambondum, ærutengdum málum og neyðtøkum (sonevnd SVÆV-mál). Arbeiðið við fyribyrging av hesum slagnum av brotsverkum krevur servitan og førleikar innan sálarfrøði, sosial viðurskifti og ymiskar mentanir. Starvsfólk á fyribyrgingareindini koma at arbeiða tætt saman við kanningardeildini og øðrum starvsfeløgum hjá politinum.
Fyribyrgjandi arbeiði snýr seg eisini í stóran mun um beinleiðis samband við borgaran. Tí er tað týdningarmikið, at starvsfólk á eindini megna at vísa umsorgan og tolsemi, tá tey vegleiða borgarar í truplum støðum ella við samansettum avbjóðingum.
Starvsfólkini í fyribyrgingareindini fara eisini at hava fyrilestrar, framløgur og undirvísing bæði fyri starvsfelagar og onnur. Tað er tí ein fyrimunur, um tú trívist væl í einum slíkum leikluti og ert sinnað/ur at miðla tína vitan til onnur.
Um starvið
Sum starvsfólk í fyribyrgingareindini skalt tú fyrst kunna teg um arbeiðsgongdirnar hjá politinum og síðani brúka tínar fakligu førleikar til fyribyrgjandi arbeiði. Tú skalt skilja samansettar málsgongdir og sosial viðurskifti, og duga at arbeiða greinandi út frá dátum. Harumframt er tað avgerandi fyri at eydnast væl í starvinum, at tú hevur hug og vilja til at skapa góð sambond við aðrar fakbólkar í politinum, við uttanhýsis samstarvsfelagar og ikki minst við borgarar.
Í byrjanini verða dagligu arbeiðsuppgávurnar millum annað:
• Rakstraruppgávur í sambandi við gjøgnumgongd, meting og uppfylging av málum
• At leggja til rættis og fremja miðvísar og tillagaðar eftir- og víðariútbúgvingar fyri starvsfelagar hjá Føroya Politi innan SVÆV-mál, traumuvitan og traumutilvitað arbeiðslag, avhoyringar- og kanningarhættir, galdandi lóggávur innan viðkomandi málsøki
• At stuðla starvsfeløgum við denti á fyribyrging
• At taka lut í ymiskum menningarverkætlanum, eitt nú við at styrkja fakliga vitanarstøðið innan viðkomandi málsøki
• At vera við til at styrkja samstarvið tvørturum deildir og fakøkir millum politi, aðrar myndugleikar og viðkomandi hjálparfelagsskapir
• At samstarva og luttaka í netverkinum innan fyribyrgingarøkið hjá øllum politinum
Tín fakligi profilur
Vit søkja eftir tær, sum:
• hevur útbúgving og/ella fakliga bakgrund innan sálarfrøði, sosial viðurskifti ella líknandi
• hevur fakliga vitan um SVÆV-mál
• hevur royndir við at skapa sambond
• hevur góðar miðlaførleikar, bæði munnliga og skrivliga
• hevur hug og vilja til at undirvísa
• hevur førleika til at stuðla starvsfeløgum í samansettum málum
• megnar at ráðgeva og eggja bæði órættaðum og brotsfólkum til at taka ímóti neyðugu hjálpini
• dugir at hugsa tvørturum deildir og fakøkir á stovninum
• hevur førleikar til og áhuga fyri at arbeiða við menning og nýhugsan í einum samansettum stovni
Kunnleiki til føroyska samfelagið og føroyska málið er ein fyrimunur, tó ikki eitt krav. Dugir tú ikki føroyskt, verður málslig undirvísing veitt. Starvið hevur við sær viðkomandi eftir- og víðariútbúgving á Politiskúlanum í Vejle.
Fyribyrgingareindin heldur til í Tórshavn, men tú mást rokna við eini ávísari mongd av ferðing kring Føroyar í sambandi við fyribyrgjandi arbeiðið.
Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.Trygdargóðkenning er ein treyt fyri starvi. Tú skalt eisini kunna halda kravdu trygdargóðkenningina alt tíðarskeiðið, tú ert í starvi hjá politinum, skrivar Føroya Politi