Møguleikarnir fyri at brúka trygdarskapandi vælferðartøkni í størri mun skulu kannast, tá lógin um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin verður endurskoðað.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til ein § 52 a-fyrispurning frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.
Trygdarskapandi vælferðartøkni kann til dømis vera tøkniligar loysnir, sum kunnu økja um trygdina hjá fólki, ið hava tørv á hjálp og eftirliti, uttan at avmarka sjálvsavgerðarrættin meira enn neyðugt.
– Slík tøkni kann bæði økja um trygdina og geva tí einstaka størri frælsi. Samstundis er umráðandi, at nýtslan verður skipað á ein hátt, sum tryggjar rættartrygdina hjá borgaranum, og at ikki verður lagt meira upp í sjálvsavgerðarrættin enn neyðugt, skrivar landsstýriskvinnan.
Arbeiðið er seinkað
Lógin fevnir um fleiri øki, teirra millum eldraøkið, barnaverndarøkið og tænastur undir Almannaverkinum. Tí eru fleiri myndugleikar, fakfólk og áhugafeløg við í arbeiðinum.
Fyrireikandi arbeiðið við lógarendurskoðanini er farið í gongd, men Margit Stórá upplýsir, at arbeiðið er seinkað. Hon kann tí enn ikki siga, nær eitt lógaruppskot kann leggjast fyri Løgtingið.
Fía Selma Nielsen spurdi eisini, hvat størri nýtsla av vælferðartøkni hevði merkt fyri trygdina og trivnaðin hjá búfólkum á ellis- og røktarheimum, fyri starvsfólkatørvin og fyri eindarkostnaðin á eldraøkinum.
Her vísir landsstýriskvinnan á, at eldraøkið ikki er undir hennara málsræði. Kommunurnar hava ábyrgdina av at skipa og reka eldraøkið.
Hon ger tó vart við, at greiðari og smidligari reglur um trygdarskapandi vælferðartøkni kunnu hava positiva ávirkan.
Kann geva starvsfólkunum meira tíð
Sambært landsstýriskvinnuni kann tøknin økja um tryggleikan og frælsið hjá tí einstaka og samstundis skapa størri tryggleika hjá avvarðandi.
Einfaldari umsiting kann eisini lætta um arbeiðið hjá starvsfólkunum og geva teimum betri møguleika at nýta tíðina til røkt, umsorgan og nærveru.
Hvørja ávirkan hetta hevði havt á eindarkostnaðin á eldraøkinum, ber tó ikki til at siga frammanundan.
Tað veldst millum annað um, hvørjar tøkniligar loysnir verða valdar, og hvussu tær verða settar í verk og riknar.
Margit Stórá leggur dent á, at neyðugt verður at finna røttu javnvágina, so tøknin kann nýtast, tá hon bøtir um trygd, frælsi og trivnað, uttan at sjálvsavgerðarrætturin hjá tí einstaka verður skerdur meira enn neyðugt.