info
Ongi úrslit
© Mynd: Lisi Niesner/Reuters
Leif-Erik Holm, valevni hjá AfD til sessin sum stjórnarleiðari í Mecklenburg-Vorpommern, kallaði sunnukvøldið valið eitt fantastiskt kvøld fyri flokkin.

AfD vil tosa við allar flokkar um at skipa stjórn

AfD stendur til at gerast størsti flokkur í Mecklenburg-Vorpommern við 37 prosentum av atkvøðunum. Flokkurin bjóðar nú øllum flokkum til samráðingar um at skipa stjórn, men higartil hava hinir stóru flokkarnir noktað at samstarva við AfD.

Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 20:53

Tað er stór frøi í týska flokkinum Alternative für Deutschland, AfD, í kvøld.

Ein vallstaðakanning hjá almenna týska kringvarpinum ARD vísir, at AfD stendur til at fáa 37 prosent av atkvøðunum á deilstatsvalinum í Mecklenburg-Vorpommern og harvið gerast størsti flokkur.

– Hetta er eitt fantastiskt kvøld fyri Alternative für Deutschland, sigur Leif-Erik Holm, sum er valevni floksins til sessin sum stjórnarleiðari í deilstatinum, sambært týsku tíðindastovuni dpa.

SPD hjá sitandi stjórnarleiðaranum Manuela Schwesig stendur sambært vallstaðakanningini til 35,5 prosent – hálvtannað prosentstig aftan fyri AfD.

Leif-Erik Holm sigur, at AfD nú fer at bjóða øllum flokkum til samráðingar um at skipa stjórn í Mecklenburg-Vorpommern.

Hinir flokkarnir siga nei

Tað kann kortini gerast trupult hjá AfD at sleppa til valdið.

Hinir stóru týsku flokkarnir hava higartil noktað at skipa stjórn saman við AfD. Hetta verður í týskum politikki rópt Brandmauer – ein politiskur brandveggur, sum skal halda AfD uttan fyri stjórnarsamstarv.

Tí er tað ikki vist, at AfD fær stjórnarleiðaran, hóast flokkurin verður størstur.

AfD hevur millum annað ført valstríð fyri strangari útlendingapolitikki og fyri at endurreisa tættari orku- og onnur sambond við Russland. Flokkurin hevur serliga havt undanvind í eysturtýsku deilstatunum.

Vanlukkuval hjá flokkinum hjá Merz

Valið sær samstundis út til at gerast søguliga vánaligt hjá CDU hjá týska samveldiskanslaranum Friedrich Merz.

CDU stendur bert til 5,5 prosent og er sostatt beint oman fyri fimm prosent markið fyri at fáa umboð í deilstatstinginum.

Verður hetta endaliga úrslitið, er tað vánaligasta úrslitið hjá CDU á einum týskum deilstatsvali síðani 1949. Merz kallaði sjálvur úrslitið eina „vanlukku“, tá vallstaðakanningarnar komu.

AfD vann eisini deilstatsvalið í Sachsen-Anhalt fyrr í september. Gongdin í eysturtýsku deilstatunum hevur tí økt trýstið á stjórnina hjá Friedrich Merz.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan stovnar nýggja fyribyrgingareind

8 minuttir síðan
Tíðindi

Vildi heldur havt friðartiltak enn hernaðarvenjing

1 tími síðan
Tíðindi

Putintrúgvur flokkur fær nærum helvtina av atkvøðunum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Ríkisfelagsskapurin gevur atgongd til fleiri tvískattaavtalur

2 tímar síðan
Tíðindi

Trygdarskapandi tøkni kann fáa størri leiklut í vælferðini

2 tímar síðan
Tíðindi

AfD størsti flokkur – flokkurin hjá Merz nærum undir sperrumarkinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Bárður: Føroyingar skulu ikki kenna seg ótryggar

3 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarar og djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni

4 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederik­sen: Havi eitt sera gott sam­band við Trump

4 tímar síðan
Tíðindi

Fýra frystilínuskip í føroyskum sjógvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona er nú fimtfremst í italsku Seriu B

5 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu skulu Føroyar fáa mat, um kreppa rakar?

5 tímar síðan