info
Ongi úrslit

FM1: Hoyr hvussu TB vann greitt á AB á Argjum

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum TB fekk á Argjum, og hoyr liðskiparan, Dánjal Godtfred seta orð á sigurin

Heri Simonsen
13. september 2020 kl. 17:20
Myndin er ikki tøk
- Gott at hava fingið ein málskorara, ið setir bóltarnar inn.  Orðini eigur ein glaður og lættur liðskipari hjá TB, Dánjal Godtfred. Dánjal Godtfred sipar til nýggja áleyparan hjá TB, Filip Obadovic, ið skoraði til 1-0 og til 3-0, tá TB vann 3-0 á AB úti í Vika á Argjum. Málið til 2-0 var eitt frálíkt fríspark, ið Poul Ingason sendi í netið. Dánjal Godtfred heldur, at tað var væl klárað av Poul Ingason, ið ikki hevur vant so nógv seinastu dagarnar. TB er nú seks stig frammanfyri AB, umframt ein málmun, ið er 30 mál betur, so TB hevur lagt góðan botn til seinasta triðingin av kappingini.  AB – TB 0-3 (0-2) 0-1: Filip Obadovic (1.) 0-2: Poul Ingason (11.) 0-3: Filip Obadovic (57.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Trónd Arge frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum trimum málunum hjá TB. Tað vóru bara 30 sekund farin av dystinum tá TB kom á odda. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Dánjal Godtfred aftaná dystin. HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava sjálvstøðuga avrúsingareind

49 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

1 tími síðan
Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

2 tímar síðan
Tíðindi

Kaleb – nýggj skaldsøga

3 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

3 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

3 tímar síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

5 tímar síðan
Tíðindi

Heysthugni og óvænt­aðar tón­leika­upp­liv­ingar í Havn

5 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

6 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

12 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

12 tímar síðan