Tað var ein óvanlig atkvøðugreiðsla í Løgtinginum í dag, tá tingfólk tóku støðu til, um uppskotið hjá Miðflokkinum um broytingar í fosturtøkulógini skuldi takast úr Rættarnevndini, hóast nevndin ikki hevði latið álit.
Av teimum 18, sum atkvøddu fyri, vóru tíggju úr samgonguni og átta úr andstøðuni.
Av teimum 15, sum atkvøddu ímóti, vóru 12 úr samgonguni og trý úr andstøðuni.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin býttir
Serliga eyðsýnt var býtið í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.
Í Fólkaflokkinum atkvøddu Fía Selma Nielsen og Fróði Magnussen fyri, meðan hini sjey tingfólkini atkvøddu ímóti.
Í Sambandsflokkinum atkvøddu Johan Dahl og Sunnvá Dahl Høgfeldt fyri, meðan fimm onnur tingfólk úr flokkinum atkvøddu ímóti.
Øll seks tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri.
Í andstøðuni atkvøddu øll seks tingfólkini hjá Tjóðveldi og bæði tingfólkini hjá Framsókn fyri.
Bæði tingfólkini hjá Miðflokkinum atkvøddu ímóti, eins og Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri.
Hervør kravdi atkvøðugreiðslu
Tað var Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, sum kravdi atkvøðugreiðslu sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, so málið kundi fáa framhaldandi viðgerð, hóast einki nevndarálit var latið.
Við 18 atkvøðum fyri varð hetta samtykt.
Atkvøðugreiðslan snúði seg ikki um at samtykkja sjálvar broytingarnar í fosturtøkulógini, men um at lata málið fara víðari í tingviðgerðini.
Tí kann úrslitið ikki uttan víðari tulkast sum undirtøka fyri lógaruppskotinum hjá Miðflokkinum.
Men atkvøðugreiðslan vísir, at spurningurin um at halda fram við viðgerðini av fosturtøkumálinum ikki fylgir vanligu politisku markunum í Løgtinginum.
Onnur viðgerð av málinum er nú fyri í Løgtinginum, tó uttan nakað álit úr trivnaðarnevnd Løgtingsins.