Meðan David Geza Turi var Føroyum góður í fýra Nations League dystum, so máttu liðfelagar hansara í Grimsby Town spæla tveir dystir í League Two.
Tað gjørdist fyrstu tapini hjá Grimsby hetta kappingarárið. Fyrst á útivølli 1-2 fyri Newport, og á heimavølli 1-2 fyri Shrewsbury.
Í dag var Geza aftur á miðvøllinum, tá Grimsby spældi dyst í Stoke móti Port Vale.
Port Vale vann ein uppibornan 1-0 sigur. Tað vóru fimm stórir málmøguleikar í dystinum, og teir fullu allir til Port Vale.
Sostatt hevur Grimsby tapt tríggjar dystir á rað nú. Hjá Geza gjørdist talan um fyrsta tapið hetta kappingarárið.
Fyri leikliga avrikið fær Geza karakterin 6,9 frá Sofascore og 6,8 frá Soccerstand (av 10 møguligum).
Grimsby liggur á einum ellinta plássið við 13 stigum. Grimsby hevur tvey stig upp til sjeynda plássið, ið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting aftaná lokna kapping. Grimsby hevur fimm stig upp til Crewe Alexandra, ið liggur á triðja plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til League One.