Tað endaði við 4-3 heimasigri, tá ið FC Suðuroy í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Einki er at ivast í, at teir á heimaliðnum kendu seg lættar um hjartað, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Eftir fyrra hálvleik var 4-1, men í seinna hálvleiki minkaði HB tvær ferðir um munin, og tá ið vanliga tíðin gott og væl var farin, og Jógvan í Skála hevði minkað um munin til 4-3, spentu gestirnir álopsbogan heilt í botn, men tá var eingin tíð eftir, og so vóru øll stigini eftir á Vágseiði.
FC Suðuroy hevur tryggjað sær uppflyting í Meistaradeildina, og við 53 stigum hevur FC Suðuroy framvegis møguleika at vinna silvurkrónurnar. Næstfremst er Víkingur, sum við sigri í Hoyvík í dag fer at hava 57 stig undan tveimum teimum síðstu umførunum.
Mattias Dal Djurhuus legði longu í fyrsta minutti heimaliðið framum, og eftir 19 minuttir var tað Salmundur Beck, sum økti um munin til 2-0. Fyri uppleggunum stóðu ávikavíst Olivur Renéson Thomsen og John Villi Wøldike Leo.
Rói Wilhelm Fossabrúgv minkaði átta minuttir undan steðginum um munin til 2-1 við brotssparki, men undan hvíldini økti FC Suðuroy um leiðsluna til bæði 3-1 og 4-1. Í fyrra førinum var Salmundur Bech fyri aðru ferð í dag málskjútti, og í seinna førinum var Pætur Augustinussen málskjútti. Hann legði upp til 3-1 málið og Eyðtór Joensen átti uppleggið til 4-1 málið.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Rói Wilhelm Fossabrúgv fyri aðru ferð í dag við brotssparki, og so varð tað heilt spennandi, tá ið Jógvan í Skála í síðstu løtu minkaði um munin til 4-3.
HB er á níggjunda plássi við 22 stigum. Tað er eitt stig fram til FC Hoyvík, sum er á áttanda plássi. Í tveimum teimum síðstu umførunum eru mótstøðuliðini hjá HB í Gundadali EB/Streymur og B36.