Ari í Haraldsstovu Petersen hevur persónliga havt eitt gott kappingarár í ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, har hann hevur vart málið í 20 av 25 dystum hetta kappingarárið.
Men tað hevur gingið illa hjá ÍBV at skjóta mál, og tað hevur gingið illa at vinna fótbóltsdystir. ÍBV hevur ikki vunnið ein kappingardyst síðani teir á heimavølli vunnu 1-0 á Vali 4. juli.
Hetta kostar nú. ÍBV tapti seinnapartin á Akureyri 0-1 fyri Þór, og tað merkir, at ÍBV - hóast tveir dystir eru eftir at leika - ikki longur kann røkka triðaftasta plássinum, og harvið bjarga sær í deildini.
ÍBV er aftast í niðara endaspælinum við 19 stigum, meðan KA á triðaftasta plássinum hevur 26 stig. ÍBV kann í besta føri røkka 25 stigum.
Fyri Ara er tað ikki ein fyrimunur í kappingini um at vinna sær pláss millum teir úttiknu málverjarnar til landsliðshóparnar, at liðið hjá honum fer at spæla í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini komandi kappingarár.