Deyðadømda, Christa Pike, sum herfyri skuldi takast av døgum í USA fyri dráp, hon framdi sum 18 ára gomul, er nú útskrivað av sjúkrahúsinum, sum hon hevur ligið á.
Tá hon skuldi avrættast, fekk hon fyrst eina eitursproytu og so eina aftrat, men hin 50 ára gamla doyði ikki. Eftir seinnu eitursproytuna, sló hjarta framvegis, og hon snorkaði.
Kvinnan varð flutt á sjúkrahús, har hon hevur ligið leinkjan til eina sjúkrasond, og í dag veit tíðindastovan AP at siga, at Christa Pike er útskrivað.
Eftir at hava verið uttan vit í fleiri dagar, byrjaði hon at tosa, og eitt tað fyrsta, hon spurdi um, tá hon raknaði við aftur, var: "Hvar eri eg...?"
- Mánadagin hildu vit, at Christa Pike var heiladeyð, og at hon skuldi loysast úr respiratorinum, segði verji hennara, Randy Spivey, mikudagin.
Men, týsdagin gjørdust øll, sum høvdu við hana at gera, rættiiga ovfarin, tí tá byrjaði Christa Pike at tosa.
Hósdagin segði ein annar av verjunum hjá henni, Stephen Farrell, at hon var uppi og gekk.
Verjin sigur, at Christa Pike hevur stórar heilsutrupulleikar. Hon hevur ein blóðtøpp í arminum, og hon hevur lungnabruna.
Einki verður sagt í greinastubbanum um, hvar hon er, nú hon er vorðin útskrivað, men tá hon hevur ligið leinkja tll sjúkraseingina, er lítið at ivast í, at hon framvegis er undir strongum eftirliti.