Tað endaði við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið teir næstbestu hjá B36 í dag vitjaðu teir næstbestu hjá EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Hetta var triðja ferðin á rað, at teir í árstalsfelagnum fóru av vøllinum við fullari úrtøku, og nú er tað greitt, at B36 eisini næsta ár fer at vera umboðað í 1. deild. B36 er undan tveimum teimum síðstu umførunum á sætta plássi við 32 stigum. Tað eru seks stig aftur til NSÍ, sum er á sjeynda plássi.
Í tveimum teimum síðstu umførunum eru mótstøðiliðini hjá B36 Víkingur á útivølli og HB á heimavølli.
Tað er longu greitt, at EB/Streymur flytur niður úr næstbestu deildini.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Tyrni í Sjúrðagarði, sum legði B36 framum 1-0. Hetta var aðru ferð, at 21 ára gamli Tyrni í Sjúrðagarði var málskjútti í 1. deild. Fyrra málið skoraði hann í september í 2023, tá ið B36 vann 7-3 á Svangaskarði ímóti næstbesta liðnum hjá B68, veit FaroeSoccer at siga.
Sjey minuttir undan leikloki var tað Andrass Henriksen, sum økti um munin til 2-0. Uppleggið átti Jeremiah Mensah Okornoe. Hetta var annað málið hjá 20 ára gamla Andrass Henriksen í næstbestu deildini í ár.
Í síðsta minutti minkaði EB/Streymur um munin til 2-1. Málskjútti var Filip Kruse Johansen, sum tríggjar minuttir frammanundan var skiftur inn. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Filip var málskjútti í 1. deild.
Í tveimum teimum síðstu umførunum fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti HB og á heimavølli ímóti FC Hoyvík.