Tað endaði 2-2, tá ið B71, sum longu hevur vunnið uppflyting í Meistaradeildina, í góðveðrinum í dag var gestur í Runavík. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.
Úrslitið ber við sær, at B71 er topplið við 60 stigum, og at NSÍ er á sjeynda plássi við 26 stigum. NSÍ er í kapping fyri at sleppa undan at flyta niður. Hini liðini í hesi kappingini eru FC Hoyvík og HB, sum hava ávikavíst 23 og 22 stig. Í 26. umfari, sum verður um eina viku, fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, og B71 fær vitjan av ÍF.
Tað er ikki hagtalsliga avgjørt, at B71 fer at vinna næstbestu deildina. Undan tveimum teimum síðstu umførunum hevur B71 60 stig og málmunin +51. Einasti avbjóðarin er næstbesta liðið hjá Víkingi, sum við sigri í Hoyvík í dag kann røkka 57 stigum. Undan hesum umfarinum var málmunurin hjá Víkingi +22.
Sandoyingar vóru í dag frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, og báðu ferðirnar svaraði NSÍ aftur fimm minuttir eftir, at B71 hevði lagt seg framum.
Eitt korter var farið, tá ið Lucas Ørneborg legði B71 á odda. Tað var eftir upplegg frá Eric Oteng. Fimm minuttir seinni var tað miðvallarin Betuel Hansen, sum javnaði, og tá var tað Josva Signarsson, sum átti uppleggið.
Í 32. minutti var tað Tobias Koktvedgaard, sum legði B71 framum aftur. Tá átti Lucas Ørneborg uppleggið, og so var tað, at Jonn Mortensen javnaði til 2-2. Tá var tað Markus Klein Danielsen, sum átti uppleggið.