info
Ongi úrslit

15 nýggir UEFA B-venjarar hava fingið prógv

Týsdagin varð skipað fyri hátíðarløtu

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
10. oktober 2026 kl. 13:00

FSF skrivar:

-Týsdagin varð skipað fyri hátíðarløtu á Hotel Føroyum, har 15 venjarar fingu handað UEFA B-venjaraprógv

——————

Føroyskur fótbóltur hevur fingið 15 nýggjar UEFA B-venjarar. Á hátíðarløtu á Hotel Føroyum týsdagin, áðrenn U21-landsdystin millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli, varð skipað fyri próvhandan fyri venjarunum, ið hava staðið UEFA B-venjaraútbúgvingina.

Skeiðið byrjaði í mars og endaði við próvtøku í septembur. Tilsamans 15 venjarar, 14 menn og ein kvinna, fingu handað prógv.

– Tað er altíð gleðiligt at síggja fleiri nýggjar venjarar. Samstundis er hetta ein týdningarmikil partur av menningini av føroyskum fótbólti, og tí fegnast vit um, at tað hesaferð eydnaðist at fáa 15 venjarar ígjøgnum útbúgvingina, sigur Jonas Nielsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Á UEFA B-venjaraútbúgvingini verður arbeitt við millum annað liðbygging, venjingar- og menningarætlanum, umframt taktiskari, kropsligari og mentalari venjing.

– Nú vóna vit, at fleiri av teimum fara víðari á UEFA A-venjaraútbúgvingina, sum eftir ætlan byrjar í august næsta ár, sigur Jonas Nielsen. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

U17-kvinnurnar hava tapt fyri Litava og Estlandi

0 minuttir síðan
Tíðindi

Umrøða gjald á tóm hús í Vestmanna

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu týdningarmiklan sigur

40 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj hartar Trump: Russisk dieselolja fer ikki at skapa frið

1 tími síðan
Tíðindi

21 atkvøddu fyri – nú nærk­ast yvir­tøk­an av rús­evn­is­mál­i­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Simme Musikkhús heldur fram

2 tímar síðan
Tíðindi

Skrásetingar­gjaldið á bil­um gav 82,5 pros­ent meira í lands­kassan

3 tímar síðan
Tíðindi

20 ár síðani vanlukkuna við Atlantsflog í Stord

4 tímar síðan
Tíðindi

Maður hand­tik­in fyri ófanta­ligan at­burð í nátt

4 tímar síðan
Fótbóltur

Oddsini millum 07 Vestur og EB/Streym eru púra jøvn

5 tímar síðan
Tíðindi

Tað almenna fekk 414 milli­ón­ir meira í skatti

5 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti á útivølli

7 tímar síðan