Seinnapartin var ein dystur leiktur í Burn Mansdeildini.
Í KÍ-høllini eydnaðist tað KÍF at vinna 30-26 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 16-13.
Við seks málum var Páll Müller toppskjútti hjá Team Klaksvík. Victor K. Thomadsen var toppskjútti hjá KÍF við 10 málum.
H71 er fremst í deildini við 10 stigum. VÍF hevur átta stig og Neistin hevur sjey stig. KÍF og Kyndil hava seks stig hvør. EB hevur fýra stig, Team Klaksvík hevur tvey stig, og StÍF er aftast við einum stigi.
Í morgin klokkan 16 vera tveir dystir leiktir. Teir eru H71-EB í Hoyvíkshøllini og Kyndil-VÍF í høllini á Hálsi suður.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Team Klaksvík og StÍF.
-
©