Í fína heystarveðrinum í Fuglafirði í dag vann TB trivaligan 4-1 sigur ímóti ÍF. Sigurin ber við sær, at TB nú er á fimta plássi við 34 stigum, og at ÍF er á fjórða plássi við 37 stigum.
Í næstsíðsta umfari, sum verður um eina viku, fer ÍF at spæla á útivølli ímóti B71, og tá fer TB at spæla á útivølli ímóti grannunum í FC Suðuroy.
Í landsliðssteðginum hevur TB skift venjara. Thomas Thinggaard er farin aftur til Danmarkar, har hann nú er U-19 venjari hjá AaB í Aalborg. Allan Smedemark hevur tikið ábyrgdina á seg tað, sum er eftir av hesum árinum, og tað gekk so stak væl í fyrsta royndini.
Tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir í dag, var TB frammanfyri 2-0, og ÍF megnaði ongantíð at fóta sær eftir øgiligu TB byrjanina.
Stóri maðurin hjá gestunum var aftur í dag Samudeen Musah. Hann umsetti í sjeynda minutti brotsspark til 1-0, og fýra minuttir seinni átti hann uppleggið, tá ið Torkil Úlvur Jespersen Holm økti um munin til 2-0.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var aftur brotsspark til TB, men tá misnýtti Samudeen Musah. Ellivu minuttir undan leikloki varð Samudeen Musah tvífaldur málskjútti, tá ið hann skoraði til 4-0. Uppleggið átti Morten Hansen. Fimm minuttir frammanundan var tað Aron Arnholdsson, sum eftir upplegg frá Jóhan Renéson Thomsen skoraði til 3-0.
Fýra minuttir undan leikloki minkaði ÍF um munin til 4-1. Málskjútti var Atli D. Petersen, og tað var Mikkel Elbæk Jakobsen, sum átti uppleggið.