info
Ongi úrslit

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av møguleikunum

(Video) Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Degerfors 1-1 (0-0)

Heri Á. Simonsen
10. oktober 2026 kl. 19:35

Heldur ikki í dag eydnaðist tað Áka D. Samuelsen og liðfeløgunum at fáa til høldar ein sigur í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.

Á Strandvallen í Hällevik leikti Mjällby í dag javnleik 1-1 móti Degerfors. Mjällby hevði bóltin meira, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn útiliðið, men teir dugdu ikki at taka av møguleikunum.

Í 52. minutti legði Degerfors seg móti leikgongdini á odda 1-0. Bert fýra minuttir seinni syrgdi Jeppe Kjær fyri at javna til 1-1.

Martin Agnarsson sat á beinkinum hjá Mjällby allan dystin.

Mjällby liggur fimtaftast í deildini við 23 stigum. Teir hava átta stig niður til næstaftasta plássið, har Örgryte hevur 15 stig.

Hósdagin klokkan 17.45 spælir Mjällby fyrsta dystin í deildarspælinum í Conference League móti Inter D´Escaldes úr Andorra. Talan er um fyrsta dystin nakrantíð hjá Mjällby í einum evropeiskum deildarspælli.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Degerfors 1-1 (0-0):

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Simme Musikkhús heldur fram

9 tímar síðan

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

5 minuttir síðan
Tíðindi

Saltfiskur av Bankanum

39 minuttir síðan
Fótbóltur

Fyrsta tapið hjá Geza við Grimsby hetta kappingarárið

1 tími síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík sá reyða kortið tríggjar ferðir

1 tími síðan
Fótbóltur

B36 vann fyri triðju ferð á rað

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF vann norðuri í Klaksvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Christa Pike er útskrivað

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tað gekk akkurát hjá FC Suðuroy

2 tímar síðan
Fótbóltur

Ari og liðfelagarnir flyta niður í næstbestu deildina

3 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ er heilt tætt við at bjarga sær

3 tímar síðan
Fótbóltur

Samudeen var stóri maðurin í Fløtugerði

3 tímar síðan
Tíðindi

Tropiskt illveður kann raka Føroyar mikudagin

3 tímar síðan