info
Ongi úrslit

Tropiskt illveður kann raka Føroyar mikudagin

Lágtrýstið Isaias kann hava nógvan vind við sær miðskeiðis í næstu viku. Men enn er stór óvissa um forsagnirnar, sigur Veðurstova Føroya

Eirikur Lindenskov
10. oktober 2026 kl. 16:32

Føroyar kunnu fáa fyrsta veruliga illveðrið í heyst mikudagin. Tað vísir nýggjasta metingin hjá Veðurstovu Føroya, sum Hanus Kjølbro hevur lagt fram í dag.

Talan er um lágtrýstið Isaias, sum tók seg upp yvir Meksikoflógva fyri fimm døgum síðani. Tað hevur longu elvt til skaðar í Florida og Alabama við nógvum vindi, vatnflóð og stórum regnnøgdum.

Nú kann sama lágtrýst taka leiðina móti Føroyum.

Sambært framrokningunum í morgun verður lágtrýstið millum Føroyar og Ísland seinnapartin mikudagin. Tá kann trýstið í miðjuni vera komið niður um 960 hPa.

Mesti vindurin verður sunnan fyri miðjuna á lágtrýstinum, og sambært verandi forsøgnum er tað júst hetta økið, sum fer yvir Føroyar.

Veðurstovan metir, at miðalvindurin kann liggja um 15 til 20 metrar um sekundið og í støðum koma upp í 23 metrar um sekundið. Hvirlurnar kunnu vera hálva aðru til tvær ferðir so harðar sum miðalvindurin.

Fær nýggja orku á havinum

Vanliga doyggja tropisk lágtrýst, tá ið tey koma inn yvir land. Men Isaias sær út til at megna at halda fram eystureftir og koma út yvir Atlantshavið aftur.

Har kann tað fáa nýggja orku og halda leiðina móti okkara leiðum.

Fyrstu dagarnar væntast lágtrýstið at dýpast spakuliga, meðan tað flytur seg skjótt eystureftir. Týsdagin, tá ið tað er sunnan fyri Flemish Cape, væntast tað at dýpast munandi skjótari.

Hanus Kjølbro leggur tó dent á, at enn eru næstan fimm dagar til mikudagin, og nógv kann broytast.

Forsagnirnar røkka fýra til fimm dagar fram, og tá kann óvissan vera stór. Tí er enn ikki vist, at illveðrið rakar Føroyar.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Ari og liðfelagarnir flyta niður í næstbestu deildina

0 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað gekk akkurát hjá FC Suðuroy

2 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ er heilt tætt við at bjarga sær

21 minuttir síðan
Fótbóltur

Samudeen var stóri maðurin í Sarpugerði

56 minuttir síðan
Tíðindi

Lungnaambulatorium á Suðuroyar Sjúkrahúsi latið upp

1 tími síðan
Tíðindi

Seks ár uttan flogflutning: Hiddenfjord hevur spart 400.000 tons av CO₂

1 tími síðan
Tíðindi

Ronaldo fyribils leikbannaður eftir at hann rýmdi úr landsliðsleguni

2 tímar síðan
Fótbóltur

U17-kvinnurnar hava tapt fyri Litava og Estlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Umrøða gjald á tóm hús í Vestmanna

3 tímar síðan
Fótbóltur

Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu týdningarmiklan sigur

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj hartar Trump: Russisk dieselolja fer ikki at skapa frið

4 tímar síðan
Fótbóltur

15 nýggir UEFA B-venjarar hava fingið prógv

4 tímar síðan