Politisk óvissa er nú um framtíðina hjá grønlendsku samgonguni undir leiðslu av Jens-Frederik Nielsen.
Minsti samgonguflokkurin, Atassut, setur nú spurnartekin við, um flokkurin skal halda fram í samstarvinum.
Tað sigur floksformaðurin, Aqqalu C. Jeremiassen, við grønlendska miðilin Sermitsiaq.
Orsøkin er handfaringin av einum máli um almennan stuðul til grønlendska hundasletufelagið KNQK.
Málið kom fram undir viðgerðini av landskassaroknskapinum fyri 2025 í Inatsisartut hósdagin.
Sambært upplýsingunum í álitinum hjá grannskoðanarnevndini hava grønlendsku myndugleikarnir vitað, at partur av stuðlinum til hundasletufelagið varð nýttur til onnur endamál enn tey, sum játtanin var ætlað til.
Felagið fekk kortini aftur 250.000 krónur í almennum stuðli í 2026, hóast roknskapurin fyri 2025 ikki var latin inn.
Hetta fekk andstøðuflokkarnar Siumut og Naleraq at leggja fram hvør sítt misálitisuppskot móti Nivi Olsen, sum er landsstýriskvinna í útbúgvingar-, mentanar-, ítróttar- og kirkjumálum.
Hon hóraði undan báðum uppskotunum, eftir at samgongan tók undir við framhaldi av hennara arbeiði.
Atassut finst at viðgerðini
Men úrslitið hevur elvt til stóra ónøgd í Atassut.
Floksformaðurin Aqqalu C. Jeremiassen vísir á, at Bentiaraq Ottosen, sum áður umboðaði Atassut í landsstýrinum, mátti leggja frá sær í einum máli, sum floksformaðurin metir vera líknandi.
Hann spyr, hví somu reglur ikki skulu galda fyri øll í samgonguni.
Sambært Sermitsiaq vil hann ikki beinleiðis svara, um Nivi Olsen eigur at leggja frá sær, men hann heldur, at prinsippið um javnviðgerð má galda.
Atassut er eisini ónøgt við sjálva tingviðgerðina.
Flokkurin fekk ikki høvi at leggja síni sjónarmið fram, áðrenn málið um landskassaroknskapin varð sent til endaliga atkvøðugreiðslu.
Atassut hevur tí sent klagu til formansskapin í Inatsisartut.
Samgongufundur væntast
Aqqalu C. Jeremiassen sigur, at neyðugt verður við einum fundi millum samgonguflokkarnar, tá landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen kemur aftur til Nuuk.
Floksleiðslan í Atassut skal eisini taka støðu til, hvussu farast skal víðari.
Tað er bert fáar dagar síðani, at Atassut eftir landsfund sín boðaði frá, at flokkurin væntaði at halda fram í samgonguni.
Nú er støðan broytt munandi.
Enn er eingin endalig avgerð tikin um at fara úr samgonguni, men sambært floksformanninum er framhaldandi luttøkan hjá Atassut sera óviss.
Kelda: Sermitsiaq.