Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Vejle vunnu ein dyst í kvøld, sum fjeppararnir hjá Vejle elska at vinna, nevnliga á grannunum, FC Fredericia.
Á leikvøllinum í Vejle syrgdi Thomas Gundelund fyri sigursmálinum hjá Vejle til 1-0, tá klokkan fór um teir 80 minuttirnar.
Vejle er næstfremst í deildini við 27 stigum. Teir eru fýra stig frammanfyri FC Fredericia, so sigurin gagnaðist væl á mangan hátt. Hvidovre er fremst við 29 stigum.
Ari Olsen mátti av vøllinum við skaða longu í 18. minutti, og Árni Nóa Atlason fekk 77 minuttir á vøllinum, tá lið teirra, Vendsyssel FF tapti greit 0-3 fyri AB í Gladsaxe. Longu tá 20 minuttir vóru leiktir var støðan 2-0. Stutt undan dystarloki økti heimaliðið til 3-0.
Vendsyssel FF er næstaftast í deildini við 12 stigum.
Í morgin klokkan 12 spæla Poul Kallsberg og liðfelagarnir Í Hillerød dyst á heimavølli móti Kolding.