Tað upplýsir írska dátueftirlitið í tíðindaskrivi sambært Reuters.
Bótin kemur eftir eina kanning av, hvussu Google hevur viðgjørt dátur um, hvar brúkarar hava verið staddir.
Google er partur av Alphabet-samtakinum, sum eisini fyrr í ár hevur fingið eina stóra bót í Evropa.
Í juli varð ein bót upp á umleið 30 milliardir danskar krónur staðfest. Tá var grundgevingin, at Google sambært ES-Dómstólinum hevði misnýtt sína ráðandi støðu á marknaðinum fyri leitimaskinur og harvið brotið kappingarreglurnar hjá ES.
Nýggja bótin snýr seg sostatt ikki um kapping, men um persónsupplýsingar og staðsetingardátur.
/Ritzau/Reuters