Tíðindaskriv:
Týsdagin 29. september er ætlanin aftur at fara undir vøggusang í Argja kirkju.
Møtt verður eina ferð um vikuna átta ferðir.
Ætlanin er at skipa tveir bólkar týsdagar:
Bólkur 1 klokkan 10.15 -11.00, er fyri børn, ið eru 3-6 mánaðir við byrjan.
Bólkur 2 klokkan 11.30-12.15, er fyri børn, ið eru 6-9 mánaðir við byrjan.
Tóra Vestergaard, ið er útbúgvin frá musikkkonservatorium fer at hava vøggusangin í Argja kirkju.
Á skránni verður sangur, tónleikur og spæl. Aftaná er drekkamunnur og samvera.

Tað er ókeypis at luttaka, og pláss er fyri 10 børnum í hvørjum bólki.
Tilmelding fer fram á telduposti: [email protected], har ein kann viðmerkja navn og telefonnummar, umframt navn og føðingardag hjá barninum.
Argja kirkja