info
Ongi úrslit

Hanus trívist væl í FCM og á bakkinum – men ikki á bonkinum

FM1: Hanus Sørensen er fastur fúsur á U19-liðnum hjá FC Midtjylland, og vil eisini verða fastur fúsur á U21-landsliðnum

Tróndur Arge
12. oktober 2020 kl. 09:23
Myndin er ikki tøk
Hanus Sørensen er ein av tveimum spælarum á U21-landsliðnum, sum spæla uttanlands. Hann spælir við FC Midtjyllandi, sum fyri kortum vann danska meistaraheitið. - Beint nú spæli eg við U19-liðnum og eri ein fastur partur av tí. Eg havi spælt allar dystirnar uttan ein. Eg havi eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum, og so fáa vit at síggja hvat tað verður til aftaná tað, sigur U21-landsliðsspælarin. Hanus Sørensen er ein av fleiri spælarum á U21-landsliðnum, sum var við á U17-landsliðnum, sum í 2017 vann seg í EM-endaspælið. Tá spældi hann á vonginum og var ein framrættaður spælari, men hugsavnar hann seg um lívið sum høgri bakkur. - Tað eru nógvir spælarar, sum koma til FC Midtjylland, ið eru kantar. Tá sær FCM møguleikar at gera nakar til bakkar. Eg var ein av teimum. Eg havi verið bakkur á flestu av liðnum hjá FC Midtjyllandi, men havi verið vongur í Føroyum. Nú eri eg bara bakkur, so eg ikki skal skifta í millum. Tað er lættari at verða eitt stað, sigur Hanus Sørensen og leggur afturat: - Eg havi tað fínt við tí. Í FC Midtjylland spælir tú næstan sum vongur, tí vit hava bóltin so nógv og tú skal fram við í álop. Tað er tann stóra broytingini í at spæla bakkur har. Tað er øðrvísi á landsliðnum, tí tá er tað meiri verjuspæl. Tað er stuttligt at spæla bakkur, tá tú hevur bóltin, men tað er ikki so stuttligt, tá tú ikki hevur bóltin, forklárar Hanus Sørensen, sum orkuna at renna fram hvørja ferð.  
Myndin er ikki tøk
- Ein orsøk til at eg bleiv umskúlaður til bakk var, at eg havi nógvar sprintmetrar. Tað er lítil munur á mínum fyrsta og tíggjunda sprinti. Tí kann eg halda ein heilan dyst á høgra bakki, sigur Hanus Sørensen, ið spældi á vinstra bakki, tá U21-landsliðið vann 3-1 á Ísrael í fyrsta dystinum hjá Bagga. - Seinast kom eg inn á vinstra bakki, og vit vunnu fyrsta dystin í trý ár. Tað var stuttligt. Vit hava havt nøkur góð avrik og tað eru nakrir góðir spælarar. Tí er tað eisini í ordan at byrja uttanfyri, men eg vil sjálvandi spæla meir, sigur Hanus Sørensen, ið trívist væl undir Sámali Erik Hentze.
Myndin er ikki tøk
- Vit hava ein venjara í FC Midtjylland, sum er líkur Bagga. Hann vil gjarna stýra og vil hava at vit gera, sum hann sigur. Tað havi eg eisini fulla virðing fyri. Tað er soleiðis hann metir, at vit hava best møguleika at vinna dystin. Tað trúgva vit sjálvandi eisini uppá, sigur ungdómsspælarin hjá FC Midtjylland.
Myndin er ikki tøk
U21-landsliðið skal týsdagin klokkan 17 spæla móti Montenegro á Svangaskarði. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. ##ms##

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

8 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Landsliðsmálverjin bjargaði trimum brotskøstum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Ongland knústi Kroatia og Spania vann triðja sigurin á rað

4 tímar síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vann og Hannover-Burgdorf tapti

5 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: 07 Vestur og B36 vunnu

5 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Nýtt ukrainskt rakettvápn verður klárt í heyst

5 tímar síðan
Tíðindi

European Cup: H71 vann samlaðan 19-málssigur

6 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann eisini seinna dystin móti HB Dudelang

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fernandes: Ronaldo er størsta ímyndin av Portugal

6 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin vann eisini seinna dystin í Kosovo

8 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

8 tímar síðan
Ítróttur

Hvar eru teir ungu telvararnir?

8 tímar síðan