info
Ongi úrslit

Hava mist gott 7.000 ferðafólk upp á ein mánað

Fyribils hava tey mist 57 prosent av ferðafólkunum

Áki Bertholdsen
8. september 2020 kl. 15:05
Tað eru framvegis einki tekin til, at gongd kemur á aftur loftvegis ferðasambandið ímillum Føroyar og útheimin. Ein nýggj uppgerð hjá Vágafloghavn vísir, at fyrstu átta mánaðirnar í ár, hava tað ferðast 129.638 ferðafólk um flogvøllin í Vágum, og tað eru heili 57 prosent minni enn tað vóru í sama tíðarskeiði í fjør. Síðani korona fór at gera um seg í mars mánað, hevur tað verið ógvuliga tómligt á flogvøllinum. Serliga í apríl og mai misti flogvøllurin yvir 90 prosent av ferðafólkunum, tí tá ferðaðust ikki meiri enn 2.400 til 3.000 ferðafólk umflogvøllin. Men so kom glið og spakiliga á aftur. Í juni vóru 9.945 ferðafólk um flogvøllin og tað eru 77 prosent minni enn í juni í fjør. Í juli var støðan upp aftir betri, tí tá fóru 32.181 ferðafólk um flogvøllin, men hóast tað er eitt stórt tað, er tað ikki meiri enn sløk helvtin av tí vanliga. Og nú í august fall ferðafólkatalið aftur til 25.152 ferðafólk og tað er gott helvtin av tí, tað var í fjør. Tað eru eisini gott 7.000 ferðafólk minni enn í juli.  Orsøkirnar eru bæði, at summari fór at halla, og at korona brádliga tók seg upp aftur, og eitt nú gavst Atlantsflog at flúgva til Íslands.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

1 tími síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

2 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

2 tímar síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

3 tímar síðan
Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

3 tímar síðan
Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

4 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

4 tímar síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

4 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

5 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

5 tímar síðan