info
Ongi úrslit

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

Viborg, Nykøbing Falster og Keypmannahavn vóru í leiki í kvøld

Heri Á. Simonsen
11. november 2026 kl. 21:10

Tað gjørdist talan um tveir sigrar og eitt tap hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

Liðið hjá Mariu P. Nólsoy tapti á heimavølli tepurt 29-31 fyri toppliðnum, Odense. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

Maria skoraði seks mál upp á sjey málroyndir, og hon legði upp til trý mál. Maria vann eisini liðnum eitt brotskast, og hon var sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Keypmannahavn.

Keypmannahavn er nummar fimm í deildini við 12 stigum.

Liðið hjá Maritu Mortensen, Nykøbing-Falster vann á útivølli í Nørresundby stórsigur 29-18 á EH Aalborg. Í steðginum var Nykøbing-Falster á odda 15-8.

Marita skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir.

Nykøbing-Falster er nummar trý í deildini við 15 stigum.

Liðið hjá Janu Mittún (myndin), Viborg vann á útivølli í Ølstykke greiðan 34-25 sigur á HØJ. Viborg gjørdi arbeiðið mest sum liðugt í fyrra hálvleiki. Í steðginum var støðan 21-9 til Viborg.

Jana skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir, og hon legði upp til trý mál.

Viborg er nummar seks í deildini við 11 stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

23 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

3 minuttir síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

21 minuttir síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

47 minuttir síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

1 tími síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann á StÍF - H71 skoraði 50 mál á Eiði

2 tímar síðan
Tíðindi

Blatter kallar Infantino ein einaræðisharra

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Magnusi sendi liðið hjá Jóhan úr steypakappingini

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum er fremst í Rumenia

3 tímar síðan
Tíðindi

Ógreitt um nýggj rokn­skapar­regla fer at fevna um ferjurnar

4 tímar síðan
Tíðindi

U19: Vóru á odda í steðginum - taptu 1-4 fyri Serbia

4 tímar síðan
Fótbóltur

HB hevur keypt danskan miðverja

5 tímar síðan