Tvey føroyingalið hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í týsku steypakappingini.
Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel vann í áttandapartsfinaluni, ið var leikt á útivølli tepran 35-34 sigur á Lemgo. Í steðginum var Kiel á odda 18-14.
Elias skoraði tvey mál upp á seks málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál.
Liðið hjá Hákuni West av Teigum vann á útivølli greiðan 42-30 sigur á Potsdam úr næstbestu deildini. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 23-14. Leo Prantner slapp at royna seg úti á høgra veinginum í kvøld.