info
Ongi úrslit

Havnin fær nú sítt fyrsta uppsjóvarskip

»Hoyvík« eitur uppsjóvarskip, sum hósdagin kemur í flotan, skrásett í Havn

info
Eirikur Lindenskov
3. januar 2017 kl. 06:38
»Hoyvík« eitur uppsjóvarskip, sum hósdagin kemur í flotan, skrásett í Havn. Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum hevur keypt nótabátin, sum er væl kendur í Føroyum, tí talan er um gamla Høgaberg hjá Framherja. – Skipið varð í sínari tíð selt til Noregs, har tað er umbygt og umvælt fyri nógvar pengar, so tað er eitt gott skip, sum vit nú hava fingið, sigur Hans Andreas Kelduberg, stjóri í Thor. Skipið, sum lastar 2.100 tons, er keypt fyri slakar 20 milliónir krónur. Reiðaríið hevur fleiri kvotur, og tað fer til fiskiskap í ES-sjógvi við Hetland beinanvegin, har tað fer at fiska makrel, sigur Hans Andreas Kelduberg. Tað verða fólk í reiðarínum, sum manna skipið saman við nøkrum norðmonnum, sum hava siglt við skipinum. Teir verða við ta fyrstu tíðina at leggja nýggju eigarunum lag á. – Okkum dámar væl at brúka staðarnøvn úr økinum hjá okkum sum skipanøvn. Eg havi búð í Hoyvík seinastu 20 árini, og tað er eisini fyri at heiðra søguna um Jóhan í Hoyvík, sum tvær ferðir sigldi gjøgnum týsk minufelti fyri at koma til Føroya undir krígnum við skipi sínum »Hoyvík« – og sum enntá var til til avhoyringar í London, tí teir hildu hetta vera so ótrúligt. Tí hava vit valt at kalla skipið »Hoyvík«, og tað verður skrásett í Havn, sigur Hans Andreas Kelduberg. Hoyvík er fyrsta uppsjóvarskip í Havn síðani Krúnborg varð seld í 2006.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

6 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan