info
Ongi úrslit

Viljormur og Odmar vóru við í minniliga novembersigrinum

Í dag fara Føroyar fyri 25. ferð at spæla fótbóltslandsdyst í november

Jóannes Hansen
16. november 2026 kl. 13:43

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, tá ið Føroyar og Moldova fara at spæla um, hvat av hesum báðum í mars fær møguleikan í tveimum dystum at spæla um pláss í B deildini í Nations League.

Føroysk fótbóltssøga verður skrivað í dag, tí hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar spæla fótbóltslandsdyst í Føroyum í november.

Føroyar hava frammanundan spælt 24 fótbóltslandsdystir í november. Teir hava allir verið spældir aðrastaðni enn í Føroyum. Føroyar hava tapt 16 ferðir, fimm ferðir er tað endað javnt, og Føroyar hava vunnið tríggjar ferðir.

Teir báðir fyrstu vóru, tá ið Allan Simonsen var landsliðsvenjari, og tá gekk ikki væl.

Føroyar taptu 5-0 í Finnlandi 16. november í 1994. Støðan var 1-0, tá ið Tummas Eli Hansen í 51. minutti sá heinleiðis reytt kort, og so skrædnaði tað. Millum málskjúttarnar var Jari Litmanen, sum skoraði tvey mál.    

Føroyar taptu 5-0 ímóti Grikkalandi 15. november í 1995. Tá var tað málleyst, inntil heimaliðið í 59. minutti legði seg á odda, og so skrædnaði tað.

Besta føroyska avrikið í november var júst ímóti Grikkalandi, tá ið Føroyar í EM undankappingardysti fríggjadagin 14. november í 2014 vunnu 1-0 í  Piraeus í Grikkalandi. Sambært FaroeSoccer vóru tað 16821 eygnavitni, tá ið Jóan Símun Edmundsson skoraði málið, sum vísti seg at vera sigursmálið. Tveir spælarar, sum framvegis eru á landsliðnum, vóru við ta ferðina. Viljormur Davdisen var alla tíðina á vøllinum, og fýra minuttir undan dystarloki varð Odmar Færø skiftur inn.

Tá ið Føroyar 21. november í 2007 í Modena í Italia spældu EM kappingarundandyst, sá tað einki serligt út, tá ið tað var hálvleikt, og heimaliðið var frammanfyri 3-0. Tað vóru fleiri vikur síðani, at føroyingarnir høvdu verið í kappingardysti, men kortini gekk tað fínt í seinna hálvleiki, sum Føroyar vunnu 1-0. Føroyskur málskjútti var Rógvi Jacobsen, sum í 83. minutti minkaði um munin til 3-1.

Umframt á útvølli ímóti Grikkalandi hava Føroyar í november vunnið tvær aðrar ferðir í november. Í báðum dystunum hevur Eyðun Klakstein verið venjari. 14. november í 2024 vunnu Føroyar 1-0 í Nations League dysti í Armenia. Viljormur Davidsen skoraði við brotssparki, og fyri einum ári síðani – 18. november í 2025 – endaði vindardystur í Kroatia ímóti Kasakstan 1-0. Sigursmálið skoraði Petur Knudsen í 25. minutti.     

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

20 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Adrian verður fremsti maður í dag

2 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsustýrið kannar skíggjanýtslu og heilsu hjá ungum í Føroyum

24 minuttir síðan
Tíðindi

Afturbrá 2 – Gamlar myndir úr Norðoyggjum

40 minuttir síðan
Tíðindi

Fólk við breki kunnu missa 2.836 krónur um mánaðin

1 tími síðan
Fótbóltur

Tríggir vilja gerast forseti í Fifa

1 tími síðan
Tíðindi

Søguligur dagur: Kvinnur stýrdu Løgtinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ætla at leingja bryggjuna hjá Norrønu í Seyðisfirði

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið skal við­gera sjúkra­dag­peng­ar, fam­ilju­í­skoyti og skatt í dag

3 tímar síðan
Ítróttur

Borðtennis: 42 leikarar kappaðust á Hálsi

4 tímar síðan
Fótbóltur

Hava ein sigur, tríggjar javnleikir og eitt tap móti Moldova

4 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mentan­ar­fel­øg á fund við Fíggjar­nevnd­ina í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

76 milliónir krónur til gransking í kvinnuheilsu

5 tímar síðan