info
Ongi úrslit

ST vil hava USA at gevast við avrættingini

Mannarættindaleiðarin hjá ST heitir á USA um ikki at gera eina nýggja roynd at avrætta deyðadømdu, Christu Pike

Vilmund Jacobsen
1. oktober 2026 kl. 14:56

Seint í gjárkvøldið vistu fleiri útlendskir miðlar at siga, at ein roynd hjá myndugleikunum í Tennessee í USA at fremja ein deyðadóm í verki var miseydnað.

Talan var um 50 ára gomlu, Christu Pike, sum 18 ára gomul varð dømd fyri at hava dripið ein floksfelaga. Hon varð dømd til deyða, og í gjárkvøldið skuldi hon avrættast.

Men, hetta gekk slett ikki soleiðis, sum myndugleikarnir høvdu sett sær fyri.

Hin 50 ára gamla var framvegis á lívi eftir at hava fingið tvær sproytur við eituri. Eftir hetta sló hjartað framvegis, og hon bæði andaði og snorkaði.

Reglurnar siga, at tú fært næstu sproytuna, um tú ikki doyr av tí fyrru, og tað fekk Christa Pike eisini. Endin var, at sjúkrabilur kom eftir henni og flutti hana á sjúkrahús.

- Í dag heitir mannarættindaleiðarin hjá ST á USA um at gevast við ætlanunum at avrætta deyðadømdu kvinnuna, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

Tað var hin 30. mars í 1998, at Christa Pike fekk deyðadómin kunngjørdan, og tað er frá hesi løtu, at myndin niðanfyri av grátandi tá 18 ára gomlu gentuni er.

Lesið eisini: Skuldi avrættast - men doyði ikki

https://in.fo/grein/skuldi-avraettast-men-doydi-ikki

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

16 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sev 80 ár í dag

33 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Slovakia á Kasakstan í okkara bólki

53 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Elias og liðfelagarnir fyri Magdeburg

1 tími síðan
Tíðindi

20 prosent av ísinum í Sveis er smeltaður eftir fimm árum

2 tímar síðan
Tíðindi

Sangskrivarakapping til Oyggjaleikirnar

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Sendistovan í Ísrael má varðveitast

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt spælipláss í Tjørnuvík

2 tímar síðan
Tíðindi

HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt vaktarskip fyri 300–400 milliónir skal vera liðugt í 2030

3 tímar síðan
Ítróttur

EM í dart við Tjarnir

4 tímar síðan
Tíðindi

Skuldi avrættast - men doyði ikki

4 tímar síðan
Tíðindi

30 ár síðani: Seinasti skógvur seldur hjá Jóan Jakku í Vágsbotni

4 tímar síðan