info
Ongi úrslit

HM: Spania sendi Ronaldo og Portugal úr kappingini

Cristiano Ronaldo kemur ikki eins og Lionel Messi at vinna HM-gull

Heri Simonsen
6. juli 2026 kl. 22:20

41 ára gamli Cristiano Ronaldo kemur ongantíð at vinna heimsmeistaraskapið í fótbólti við Portugal. Heldur ikki í sætta HM-endaspælinum hjá honum eydnaðist tann málsetningurin. 

Á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas vann Spania í HM-áttandapartsfinaluni 1-0 á Portugal, og teir møta í fjórðingsfinaluni antin USA ella Belgia.

Sigursmálið hjá Spania var skotið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Innskifti Ferran Torres fann Mikel Merino við einari góðari sending. Mikel Merino tók av møguleikanum og sendi bóltin framvið portugisiska málverjanum. 

Spania hevði bóltin 56 prosent av tíðini, og teir høvdu fleiri málroyndir innanfyri málrammuna. Meðan Spania hevði seks málroyndir innanfyri málrammuna, so hevði Portugal bert tvær. 

Spania hevur enn ikki - í fimm dystum higartil - latið eitt mál inn í HM-endaspælinum. Einasta liðið, ið ikki hevur tapt fyri Spania er Kap Verde (Grønhøvdaoyggjar), ið megnaðu javnleik 0-0 móti Spania.

Portugal-Spania 0-1 (0-0)
0-1 Mikel Merino ('90+ )

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Portugal og Spania. 

Klokkan eitt í nátt - føroyska tíð - spæla USA og Belgia HM-áttandapartsfinalu um rættin at møta Spania í fjórðingsfinaluni. Dysturin verður leiktur á Lumen Field leikvøllinum í Seattle.

-------------

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

18 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

29 minuttir síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

59 minuttir síðan
Tíðindi

Bústaðar­felag til 44 leigu­íbúðir: Fýra at­kvøddu ímóti nevndar­vali

1 tími síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

2 tímar síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

2 tímar síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

3 tímar síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

4 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

5 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

5 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

6 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

6 tímar síðan