Í morgin, mikudagin hin 18. november, verður borgarafundur í bygdarhúsinum við Gjógv, og fundurin byrjar klokkan 20.
- Endamálið við fundunum er, at borgarar fáa høvið at gera vart við viðurskiftir og ynskir, sum tey meta, at býráðið eigur at raðfesta.
Í Sunda kommunu, sum Gjógv er partur av, verður sagt, at orðið verður frítt, og at drekkamunnur og ábit eisini verður at fáa.
- Møtið fjølment! er áheitanin hjá kommununi um borgarafundin í annaðkvøld.