info
Ongi úrslit

Ráðstevna um rottutýning

Á øðrum hvørjum ári skipar Miðnám í Vestmanna, saman við einum stovni undir landinum, fyri ráðstevnu um evnir viðkomandi fyri Føroyar

Nanný J. Toftegaard
17. november 2026 kl. 13:34

Í ár er evnið fyribyrging og týning av rottu, og Umhvørvisstovan skipar fyri ráðstevnuni saman við Miðnám í Vestmanna.

Umhvørvisstovan skrviar, at endamálið við rotturáðstevnuni er at geva næmingunum innlit í bestu tøku fakligu og vísindaligu vitanina um rottu og hvørja ávirkan hon hevur á føroysku náttúruna og lívmargfeldið. Dentur verður lagdur á, hvussu vit við vitan, fyribyrging, yvirvøku og munagóðari rottutýning kunnu avmarka rottuspjaðing og verja okkara náttúru.

Brún rotta hevur verið eitt skaðadjór í føroysku náttúruni í knappliga 300 ár. Hon kom fyrst til Suðuroyar og nakað seinni sást hon eisini aðrastaðni. Tað eru framvegis fleiri av smærru oyggjunum, sum onga rottu hava og tríggjar av teimum oyggjunum eru RAMSAR oyggjar. Hvørjar skulu ambitiónirnar í Føroyum vera? Skulu vit miðja ímóti at týna rottuna heilt úr føroysku náttúruni, ella skulu vit bara fyribyrgja, at rottan kemur í tær oyggjarnar, har ongin rotta er? Og hvussu týna vit rottu, so tað er djóraetiskt forsvarligt?

Fríggjadagin 20. november kl. 9.30 koma innbodnir miðnámsskúlanæmingar og granskarar og fyrisitarar á Miðnám í Vestmanna at viðgera hesar spurningarnar á einari ráðstevnu. Sjúrður Hammer fer at tosa um vistfrøðiligar broytingar, sum eru av rottu, Birita Kjærbæk fer at greiða frá arbeiðinum hjá Umhvørvisstovuni, Maria Gunnleivsdóttir um verju av RAMSAR oyggjum, meðan Tráin Petursson fer at tosa um djóraetik.

Næmingar á Miðnámi hava gjørt postarar og teir fara at greiða frá teimum í einari postararundu, meðan møguleiki eisini verður at fara ein túr við rottuhundinum Asterix og síggja ymiska aðra rottutýningarútgerð. Ráðstevnan endar við pallborðskjaki millum ymiskar áhugapartar í rottutýningini í Føroyum.

Skráin fyri ráðstevnuna er tøk á heimasíðuni hjá Miðnámi í Vestmanna

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 17:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

26 grøn­lend­ing­ar krevja 3,25 milli­ónir frá danska statinum

42 minuttir síðan
Tíðindi

Borgarafundur við Gjógv í morgin

56 minuttir síðan
Tíðindi

Ákæruvaldið kært úrskurðin í Bakkafrostmálinum

1 tími síðan
Tíðindi

Umboðsmaður: Vitlíki kann gera klagur tyngri at viðgera

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er økið mest sum liðugt

1 tími síðan
Tíðindi

Trump er komin á Asean-toppfund í Manila

3 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Bókadagar í Norðurlandahúsinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Stórar aldur stongdu bryggjur í Kalifornia

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj semja: Lønirnar hækka góð 10 prosent næstu trý árini

4 tímar síðan
Tíðindi

Krim-brúgvin rakt: Russland kallar inn til kreppufund

4 tímar síðan
Tíðindi

Skadd strikukota kann kosta tær pantið

4 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan í Grønlandi tódnað úr fýra flokkum í tveir

5 tímar síðan