Í 2026 hevur Løgtingsins umboðsmaður lagt til merkis, at fleiri klagur eru drúgvar og vísa til bæði føroyskar og altjóða lógarreglur og avgerðir. Umboðsmaðurin nevnir økta nýtslu av vitlíki sum eina møguliga orsøk. Í samrøðum við norðurlendskar umboðsmenn og fólk í føroysku fyrisitingini hevur hann frætt, at tey síggja eina líknandi gongd.
Kann biðja um leinkjur
Er kjarnin í einum skrivi ógreiður, kann myndugleikin seta seg í samband við borgaran og spyrja, hvat hann ítøkiliga vil hava avgreitt. Myndugleikin kann eisini biðja um leinkjur til avgerðir og annað tilfar, sum borgarin vísir til, ella um keldulista og tilfar frá einum vitlíkisamboði, um eitt slíkt er brúkt.
Myndugleikin kann bjóða borgaranum eitt oyðublað, sum hjálpir honum at fáa tær neyðugu upplýsingarnar við. Skal tað vera eitt krav at brúka eitt ávíst oyðublað ella ein ávísan samskiftishátt, krevst lógarheimild, skrivar umboðsmaðurin.
Borgarin skal fáa at vita, um svarið tekur longri tíð
Drúgv skriv skulu svarast og avgreiðast eins og styttri áheitanir. Tekur viðgerðin longri tíð vegna vavið á skrivinum, er tað sambært umboðsmanninum góður fyrisitingarsiður at kunna borgaran um tað. Myndugleikin kann samstundis greiða frá, um ein nágreining ella greiðari keldutilvísingar kunnu stytta bíðitíðina.
Myndugleikin skal kanna tey viðurskifti, sum hava týdning fyri málið, so hann hevur nóg gott grundarlag at taka eina lógliga avgerð ella geva eitt nøktandi svar. Hann kann lata greitt óviðkomandi upplýsingar liggja. Leggur borgarin stóran dent á eitt sjónarmið, sum myndugleikin letur liggja, eigur myndugleikin at gera vart við tað í grundgevingini, so borgarin skilir svarið.