Tríggir av teimum, sum hava stevnt statinum, vóru í rættarsalinum, tá málið byrjaði týsdagin. Advokatur teirra, Mads Pramming, segði sambært Ritzau, at nógv onnur eru í somu støðu sum tey 26.
Málið snýr seg um børn, sum vórðu fødd uttan fyri hjúnaband í Vesturgrønlandi fyri 1963 og í restini av Grønlandi fyri 1974. Eftir táverandi reglum høvdu tey ikki rætt til at fáa staðfest, hvør pápin var, at arva hann ella at bera eftirnavn hansara. Tey verða nevnd løgfrøðiliga faðirleys.
Ein frágreiðing hjá danska Barna- og almannamálaráðnum frá 2016 metti, at umleið 8.000 fólk gjørdust løgfrøðiliga faðirleys í árunum 1911 til 1974. Í 2016 vóru sambært frágreiðingini framvegis knappliga 5.000 fólk í hesi støðu.
Ósemja um fimm av teimum, sum hava stevnt
Danski staturin noktaði í 2023 at rinda teimum 26 endurgjald. Ráðið metir eisini, at fimm av teimum, sum hava stevnt, ikki eru løgfrøðiliga faðirleys. Ósemjan snýr seg millum annað um ættleiðing, um foreldrini vóru gift og um, nær viðkomandi vórðu fødd í Vesturgrønlandi.
Í rættinum vísti Pramming á, at danska stjórnin í samgongugrundarlagnum sigur seg vilja taka støðu til eina almenna umbering. Hann helt tað vera løgið, at stjórnin arbeiðir við at viðurkenna støðuna hjá teimum, samstundis sum staturin í rættinum heldur upp á, at hann einki skeivt hevur gjørt.
Advokaturin vísti eisini á eitt hoyringarsvar frá 2012, har danski mannarættindastovnurin mælti til alment at viðurkenna, at mannarættindini hjá teimum løgfrøðiliga faðirleysu hava verið brotin, síðani evropeiski mannarættindasáttmálin kom í gildi í 1953.
Tvey av teimum 26 eru deyð, meðan málið hevur verið í gongd. Deyðsbúgvini eru komin inn í málið í teirra stað. Tríggir dagar eru settir av til rættarviðgerðina. Enn er ógreitt, nær dómur verður sagdur.
Ritzau