Guðmundur Kristjánsson, stjóri í íslendska reiðarínum Brim, ávarar um, at høgu avgjøldini á skipsolju í Íslandi kunnu fáa íslendsk fiskiskip at broyta sítt virksemi og í staðin leggja leiðina til Føroya.
Tað sigur hann við Morgunblaðið.
– Í Føroyum er einki kolevnisgjald, og tí kann tað fara at loysa seg hjá fiskiskipum, sum fiska við eysturstrond Íslands, at landa í Føroyum og fylla olju á tangarnar har, sigur Guðmundur Kristjánsson.
Hann heldur, at íslendska stjórnin við sínum avgjaldspolitikki ger tað verri hjá íslendsku fiskivinnuni at kappast við fiskivinnuna í øðrum londum.
Íslendski felagsskapurin hjá fiskivinnufyritøkunum, SFS, hevur gjørt eina greining, sum vísir, at íslendska fiskivinnan hevur munandi hægri kolevnisgjøld enn fiskivinnan í fleiri av grannalondunum.
Í Íslandi er kolevnisgjaldið á olju nú 28,30 íslendskar krónur fyri liturin. Tá gjaldið varð sett í gildi í 2010, var tað 2,90 krónur fyri liturin.
Sostatt er gjaldið nærum tíggjufaldað.
Guðmundur Kristjánsson vísir á, at íslendsk fiskiskip ikki hava nakran veruligan møguleika at skifta oljuna út við aðra orku, tí tøknin til stór fiskiskip enn ikki er tøk.
Hann nevnir eisini, at útlendsk skip kunnu bunkra uttan at rinda somu íslendsku kolevnisgjøldini.
SFS heldur, at avgjaldið ikki hevur havt ætlaðu ávirkanina á oljunýtsluna hjá íslendsku fiskivinnuni. Felagsskapurin vísir á, at oljunýtslan longu var farin at minka, áðrenn avgjaldið varð sett í gildi.
Íslendska stjórnin ætlar at hækka kolevnisgjaldið við 2,5 prosentum næsta ár, men fiskivinnan heldur, at gjaldið eigur at verða endurskoðað.
Føroyar kunnu sostatt gerast ein meira áhugaverd havn hjá íslendskum fiskiskipum, bæði tá tað ræður um landingar og bunkring.
Enn er tó eingin ítøkilig avgerð kunngjørd um, at skip hjá Brim skulu flyta landingar til Føroya.
Kelda: Morgunblaðið og RÚV.