info
Ongi úrslit

Jan Restorff 25 ára starvsdag á Søllerød Kro

Mikudagin 1. mai eru 25 ár síðani, at Jan Restorff byrjaði sum matstovustjóri á kendu donsku matstovuni Søllerød Kro

Eirikur Lindenskov
27. apríl 2024 kl. 16:58

Havnarmaðurin Jan Restorff, sum er ímyndin av Søllerød Kro, hevur verið í starvinum sum matstovustjóri síðani 1. mai í 1999. 
– Síðani tá hevur hann hevur hann vart og ment víðari andan á Søllerød Kro, sum í allar dagar hevur verið at sett gestin í miðdepilin. Tað snýr seg ikki um stórar armrøslur, men tvørturímóti at síggja tørvin hjá gestinum, áðrenn gesturin sjálvur sær hann, skrivar Søllerød Kro um matstovustjóran.
Søllerød Kro er ein gomul krógv, stovnað í 1677. Matstovan er í gamla partinum av Søllerød í Norðursælandi, og hon hevur ein stjørnu í Michelin guidini, sum tey hava vunnið aftur á hvørjum ári síðani 2007 tað vil siga 17 ferðir á rað.
Fyrstu Michelin-stjørnuna fekk matstovan longu í 1987.

##med6##
Maturin er ein stórur partur av upplivingini á Søllerød Kro, men tað, at gestirnir kenna seg væl til passar á annan hátt eisini á matstovuvitjanini, er ein eins týðandi lutur.
– Og tað hevur Jan Restorf í skjótt 25 ár verið undangongumaður fyri á Søllerød Kro, eitt bragd, sum millum annað hevur havt við sær, at matstovuguidin White Guide gjørdi bart og umdoypti árligu tæanstuvirðislønina til »Årets Jan Restorff«.

##med2##
Brennandi hugurin fyri góðu tænastuni stendur ikki einsamallur. Saman við honum er ómetaligi eldhugin fyri vínheiminum, og av somu orsøk er tað eisini hann, sum er arkitekturin aftan fyri vínkortið og vínmenuirnar á Søllerød Kro, skrivar krógvin. Og tey halda fram:
– Fyri Jan Restorff er vín meira enn bert ein drekkivøra. Tað er ein endurspegling av menniskjum, tíð og stað, sum hann elskar at greiða frá, tá hann varnast, at gestirnir vilja vita meira. Øll árini hevur hann bygt út vínkortið hjá Søllerød Kro, sum er bæði djúpt og breitt. Fleiri ferðir er tað kosið til »Danmarks bedste vinkort« av Den Danske Spiseguide eins og í White Guide.

##med3##
Jan Restorff er av gitnu Restorff familjuni á Hotel Hafnia í Havn. Hann er føddur í Havn 6. desember í 1967. Foreldrini vóru Johan M. og Esther Restorff. Jan hevur verið giftur við Kira D. Restorff síðani 30. mars í 1999. Hon er úr Rødorvre.
Hann var í læru sum reseptiónsnæmingur á Glostrup Park Hotel frá 1986-88. Tænaralærlingur á SAS Royal CPH frá 1988-1990. Upptikin í DK Sommelier Forening í 1991.
Tænari á Søllerød Kro í 1991. Sommelier/restaurantchef á SAS Royal CPH 1992-94; 
restaurantchef, Glostrup Park Hotel, Restaurant La Cocotte 1994-99; restaurantchef/dagligur leiðari/uppvartari, Søllerød Kro fra 1999.

##med4##
##med5##
Heiðrar:
Årets sommelier - Den Danske Spiseguide 2004
Champagne-prisen - Danmarks Bedste Spisesteder 2004
Årets bedste restaurant - Den Danske Spiseguide 2005 & 2018
Årets Service (tænasta) - Årets Ret (Gericke) 2007
1 stjørnu (17 ferðir) - Michelin Guiden 2007-2023
Danmarks bedste vinkort - Den Danske Spiseguide (9 ferðir)
Årets udskænkning - Årets Ret  (Gericke) 2009 
Særprisen IKON - Den Danske Spiseguide 2010
Tikin upp í Kraks Blå Bog 2010
Særprisen Årets Ærespris - Årets Ret (Gericke) 2013
Bedste vinkort - White Guide 2015 & 2018
Særprisen Årenes Restaurant - Den Dk Spiseguide 2015
Årets Serviceoplevelse - White Guide 2016 & 2018
Hæderspris - Fonden Dansk Gastronomi 2019 
The Nordic Prize 2018 - The Best Restaurant 2019
Byens Bedste Service - AOK 2019
Navnið á virðislønini »Årets Serviceoplevelse« verður broytt til »Årets Jan Restorff« - White Guide 2019+20+21+22+23
Årets Vinoplevelse 2020+23 - White Guide

##med7##
##med8##
##med9##
##med10##

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini í Vági

5 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

28 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Búskaparráðið leggur fram í Smæruni

52 minuttir síðan
Tíðindi

Róðrarneyst verður brúkt til nógv ymisk endamál

1 tími síðan
Tíðindi

ÁVARING: Kósin má rættast tí pengar fara at mangla

2 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp

2 tímar síðan
Tíðindi

Varðin og Sellin høvdu vitjan úr eystursjóvarlondum

2 tímar síðan
Tíðindi

Skattaprosentið verður óbroytt í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar kanna nýggj­ar møgu­leik­ar á brasilska markn­að­inum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú verður spakin settur í til nýggja kirkju á Argjum

4 tímar síðan
Bilar

Innflutningurin av akførum vaksin 175 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava barnakonur til skanning fyrr

4 tímar síðan