info
Ongi úrslit

Jólaskipið vitjar í Havn í dag

Í dag klokkan 16 leggur jólaskipið at í Vágsbotni í Havn

Eirikur Lindenskov
20. desember 2025 kl. 14:31

– Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá, at jólaskipið nú kemur inn á Vágsbotn í dag klokkan 16.00, skrivar Tórshavnar kommuna.

Umborð á jólaskipinum eru Julius og Rógvi við vinmonnum, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.

GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóða karamellur og eisini okkurt til børn við ovurviðkvæmi.

Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao, og Frelsunarherurin spælir.

Julius og Rógvi fara eisini at undirhalda børnini í pavilionini í jólabýnum á Vaglinum umleið kl. 17.00.

Hugnaligi jólamarknaðurin og smáu jólasmátturnar á gongugøtuni og Vaglinum hava opið frá kl. 12.00 til 20.00.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

13 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

16 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

20 tímar síðan

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvey samdøgur á kjølinum á einari jollu

2 tímar síðan
Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

3 tímar síðan
Tíðindi

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

3 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

4 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina fremur álop víða um í Russlandi

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: SV Ried megnaði javnleik móti Red Bull Salzburg

4 tímar síðan
Hondbóltur

Maria vann á sínum gomlu liðfeløgum

4 tímar síðan
Tíðindi

Snyrilsmálið noyðir Danmark at hyggja at sær sjálvum í speglinum

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian og liðfelagarnir taptu í Parkini

5 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var toppskjútti tá Aarhus vann fyrsta sigurin

5 tímar síðan
Tíðindi

Borgarligar flokkar í Svøríki trúgva upp á vend í valstríðnum

5 tímar síðan