Adrian R. Justinussen spældi allan seinna hálvleik, tá lið hansara, AC Horsens frammanfyri 26.200 áskoðarum tapti 0-2 fyri FC Keypmannahavn í Parkini.
FCK legði seg á odda longu í sjeynda minutti, og í seinna hálvleiki brúktu teir bara fýra minuttir til at økja til 2-0.
AC Horsens er nú nummar sjey í deildini við 10 stigum fyri átta dystir. Bert málmunurin skilir Horsens frá týðandi sætta plássinum, ið aftaná lokið grundspæl gevur atgongd til ovara endaspælið.
Komandi mikudag klokkan 15.30 spælir AC Horsens sekstandapartsfinalu í donsku steypakappingini. Talan verður um ein dyst á útivølli móti Næsby, ið spælir í fjórðbestu deildini.