info
Ongi úrslit

Vit hava tríggjar sigrar í fimm dystum móti Kasakstan

Føroyar hava tó ikki vunnið á Kasakstan í einum kappingardysti

Heri Á. Simonsen
25. september 2026 kl. 11:50

Seinnapartin í morgin klokkan 17 spælir føroyska A-landsliðið fyrsta dystin í hesari Nations League kappingini.

Í heimadysti í bólki 3 í deild C taka Føroyar á Tórsvølli móti Kasakstan.

KVF vísir dystin og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Føroyar hava á fimm sinnum møtt Kasakstan, og á trimum sinnum hava okkara vunnið. Vit hava bara ikki vunnið nakran kappingardyst á Kasakstan. Har hevur Kasakstan ein sigur og ein javnleik móti okkum.

Fyri meir enn 23 árum síðani, 27. apríl í 2003 spældu Føroyar venjingardyst móti Kasakstan á Svangaskarði. Føroyar vunnu dystin 3-2. Tá eitt korter var leikt av dystinum fingu Føroyar brotsspark, og Kasakstan fekk ein leikara vístan av vøllinum. Jákup á Borg setti brotssparkið í netið, og beint undan steðginum økti John Petersen til 2-0. Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Heðin á Lakjuni til 3-0. Men við bert 10 leikarum megnaði Kasakstan at skjóta tvey mál í seinna hálvleiki, so dysturin endaði við 3-2 sigri til Føroyar.

Tveir dagar seinni møttust liðini á Tórsvølli. Tá legði Kasakstan seg á odda longu í fimta minutti av dystinum. Í seinna hálvleiki syrgdu Andrew av Fløtum og Julian Johnsson tó fyri, at Føroyar vunnu dystin 2-1.

Fyrsti kappingardysturin móti Kasakstan - og higartil einasti dysturin á útivølli - var HM-undankappingardysturin á Astana Arena 6. september í 2013. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Fróði Benjaminsen Føroyar á odda aftaná eitt gott føroyskt álop. Tá vóru bert fimm minuttir leiktir av seinna hálvleiki, tá dómarin fann eitt brotsspark burtur úr ongum, og so kundi Kasakstan javna til 1-1. 14 minuttir seinni legði Kasakstan seg á odda, og teir hildu leiðsluna, og fyrsta - og higartil einasta - tapið fyri Kasakstan var veruleiki.

Fáar vikur seinni, 11. oktober í 2013 fingu Føroyar møguleikan at hevna tapið. Fýra minuttir undan steðginum legði Hallur Hansson Føroyar á odda við einum dreymahøggi úr 19-20 metrum. Kasakstan javnaði tó í 55. minutti, og 1-1 javnleikurin á heimavølli móti Kasakstan gjørdist einasta stigið okkara fingu í tí undankappingini.

Føroyar og Kasakstan spældu 18. november í fjør venjingardyst á uttanveltaðum vølli í Pula í Kroatia. Tá 25 minuttir vóru leiktir syrgdi Petur Knudsen í góðum samstarvi við Arnbjørn Svensson fyri føroyska sigursmálinum.

Í morgin er tað fyrsti kappingarsigurin á Kasakstan, ið okkara mugu fara eftir.

Kelda: FaroeSoccer

HER ber til frá Youtube-rásini 1986soccerman at síggja málini frá HM-undankappingardystunum Kasakstan-Føroyar 2-1 (0-1) og Føroyar-Kasakstan 1-1 (1-0), ið vóru leiktir í 2013:

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Artur verður fíggjarleiðari

5 minuttir síðan
Tíðindi

Hitt nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum

30 minuttir síðan
Tíðindi

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

38 minuttir síðan
Tíðindi

Vatnloysi á Velbastað

1 tími síðan
Tíðindi

Sjey av tíggju norðmonnum brúka vitlíki

1 tími síðan
Tíðindi

Færri ferðamannaskip

1 tími síðan
Lesarabrøv

»Hevur maðurin onki betri at gera?!«

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Trump gevur Ukraina grønt ljós til Patriot

2 tímar síðan
Tíðindi

Vesturkirkjan fær vitjan úr Iran

2 tímar síðan
Tíðindi

Svimjihøllin í Runavík krevur 2,5 milliónir afturat

3 tímar síðan
Tíðindi

U21: Oddsini millum Estland og Føroyar eru næstan jøvn

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava greiðar reglur fyri el-súkklur í Føroyum

4 tímar síðan