info
Ongi úrslit

Hitt nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum

Øll eru vælkomin, tá ið Norðurlandahúsið bjóðar til móttøku fyri nýggja stjóranum, Peter Tulinius Krarup, hósdagin 1. oktobur kl. 15-17.

Eirikur Lindenskov
25. september 2026 kl. 12:16

Peter Tulinius Krarup tók við sum stjóri í Norðurlandahúsinum 1. septembur, og er harvið tíggjundi stjórin, síðan húsið læt upp í 1983. 

Nú fáa øll, sum hava hug, høvi at møta honum, tá ið Norðurlandahúsið bjóðar inn til ein óformligan seinnapart við onkrum góðum at eta og drekka, listaligum innsløgum og møguleika fyri at fáa eitt prát við nýggja stjóran.

“Eg eri komin væl í gongd sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum og gleði meg at læra mongu vinirnar og samstarvsfelagarnar hjá húsinum at kenna,” sigur Peter Tulinius Krarup. “Kom framvið til eina hugnaliga løtu og eitt prát – uttan mun til, um vit longu hava heilsast ella hittast fyri fyrstu ferð.” 

Peter Tulinius Krarup er komin til Føroya við fleiri ára royndum úr mentanarlívinum. Hann er útbúgvin innan evropeiskan mentanarpolitikk, umsiting og tónlistarvísindi og hevur royndir frá m.a. orkestrum, festivalum og mentanarfeløgum. Hann var stjóri í Harstad Kulturhus í Noregi frá 2019 til í ár. 

Hann tekur við stjórastarvinum eftir norsku Gunn Hernes, sum stóð á odda fyri Norðurlandahúsinum frá 2018 til 2026.

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Artur verður fíggjarleiðari

21 minuttir síðan
Tíðindi

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

54 minuttir síðan
Fótbóltur

Vit hava tríggjar sigrar í fimm dystum móti Kasakstan

1 tími síðan
Tíðindi

Vatnloysi á Velbastað

1 tími síðan
Tíðindi

Sjey av tíggju norðmonnum brúka vitlíki

1 tími síðan
Tíðindi

Færri ferðamannaskip

1 tími síðan
Lesarabrøv

»Hevur maðurin onki betri at gera?!«

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Trump gevur Ukraina grønt ljós til Patriot

2 tímar síðan
Tíðindi

Vesturkirkjan fær vitjan úr Iran

3 tímar síðan
Tíðindi

Svimjihøllin í Runavík krevur 2,5 milliónir afturat

3 tímar síðan
Tíðindi

U21: Oddsini millum Estland og Føroyar eru næstan jøvn

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava greiðar reglur fyri el-súkklur í Føroyum

4 tímar síðan