Nýggj tøl frá SSB (Statistisk Sentralbyrå) í Noregi vísa, at 69 prosent av norska fólkinum í aldrinum millum 16 og 79 ár siga seg hava brúkt vitlíki seinastu tríggjar mánaðirnar.
Í fjør vísti sama kanning, at talið av fólki í hesum aldri, sum hevði brúkt vitlíki, var 54 prosent.
Av øllum londum í Evropa, var Noregi landið, har flestu brúktu vitlíki í 2025.
Tað siga tøl hjá Eurostat.
- Í 2026 eru tað enn fleiri í Noregi, sum brúka vitlíki, og vøksturin hevur verið stórur, sigur Erik Fjærli, deildarleiðari hjá Statistisk Sentralbyrå.
Lagt verður aftrat, at í aldursbólkinum 16 til 24 ár siga níggju av tíggju norðmonnum, at tey hava brúkt vitlíki í 2026.