info
Ongi úrslit

Kári skal menna nýggjar dómarar

Tann 1. august byrjar Kári á Høvdanum í hálvtíðarstarvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. Uppgávan verður millum annað at menna dómararnar í feløgunum kring landið, boðar Fótbóltssambandið frá

Tróndur Arge
3. juli 2022 kl. 22:36

Tann 1. august byrjar Kári á Høvdanum í hálvtíðarstarvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. Uppgávan verður millum annað at menna dómararnar í feløgunum kring landið, boðar Fótbóltssambandið frá.

– Hetta er eitt arbeiðsøki, sum eg veruliga brenni fyri, so eingin ivi um, at eg eri spentur og gleði meg til uppgávuna, og takki somuleiðis fyri møguleikan, sigur Kári á Høvdanum við heimasíðuna hjá FSF.

Tann 1. august byrjar Kári Jóannesarson á Høvdanum í hálvtíðarstarvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. Uppgávan verður at hava ábyrgd av tilgongdini av nýggjum dómarum, umframt menningina av dómarum, sum eru í “Dómara 2” bólkinum.

Harafturat kemur Kári á Høvdanum at hava tætt samskifti við feløgini kring landið, og at virka sum vegleiðari og mennari hjá feløgunum og teirra dómarum.

– Vit hava nógvar dugnaligar dómarar knýttar at FSF, men eg ivist onga løtu í, at aðrir eisini eru, ið hava hug og hegni at blíva fótbóltsdómarar. Tað er teimum, sum vit skulu hava fatur á og geva so góðar umstøður sum tilber, sigur Kári á Høvdanum, ið telist millum royndu dómararnar í føroyskum fótbólti.

Kári byrjaði at døma í 2009, og seinastu fimm árini hevur hann umboðað Føroyar sum altjóða dómari.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

12 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

31 minuttir síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

47 minuttir síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

59 minuttir síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

4 tímar síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

4 tímar síðan
Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

5 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

5 tímar síðan
Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

6 tímar síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

6 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

7 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

8 tímar síðan