Í løtuni eru tvey frystilínuskip á Flemish Kap, eitt fiskar í Eysturgrønlandi, og sjey frystilínuskip eru í føroyskum sjógvi.
- Skipini á Flemish Kap og í Eysturgrønlandi fiska tosk, og skipini í føroyskum fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Hetta siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Lagt verður aftrat, at onkur skip hava verið á Føroya Banka.
- Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi útaftur um vikuskiftið.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er hampiligur, og veðrið verður eisini gott fyrst í vikuni, sum kemur, men verður meira óstøðugt seinni í vikuni.
- So vit rokna við, at nakað verður av útróðri teir næstu dagarnar.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.