info
Ongi úrslit

Konservativi Stubb vinnur finska forsetavalið

Alexander Stubb úr savningarflokkinum er valdur til nýggjan forseta í nýggja Nato-landinum Finnlandi

Eirikur Lindenskov
11. februar 2024 kl. 20:04

Á finska forsetavalinum í dag hevur Alexander Stubb úr koservativa Savningarflokkinum lýst seg sum vinnara longu tíðliga á valkvøldinum. Tað gjørdi hann, tá sløk 94 prosent av atkvøðunum vóru taldar.
Áður høvdu ábendingar verið um eina greiða leiðslu til Stubb, sum hevði stuðul frá 52,7 prosentum av teimum, sum hava atkvøtt frammanundan. Tað vístu tøl frá løgmálaráðnum í Helsinki í dag eftir at valstøðini lótu aftur.
55 ára gamli Stubb er fyrrverandi forsætisráðharri, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri og fyrrverandi uttanríkisráðharri. Hann tosar bæði finskt og svenskt.
Mótstøðumaðurin Pekka Haavisto , sum er uttanríkisráðharri, er upprunaliga úr Grøna Flokkinum, men hann hevur stillað upp sum óheftur. Hann stendur til at fáa 47,3 prosent av atkvøðunum.
– Tað sær út til at eg havi tapt, viðgekk Pekka Haaviusto longu áðrenn Stubb hevði kunngjørt seg sjálvan sum vinnara.
Harvið sendur Stubbtil at vinna á mótstøðumanninum Haavisto og skal koma í staðin fyri fráfarandi forsetan Sauli Niinistö, sum hevur sitið síðani 2012.
Stubb vann eisin fyrra valumfarið við 27,2 prosentum av atkvøðunum, meðan Haavisto fekk 25,8 prosent. Stubb hevur eisini ligið frammanfyri í kanningum, sum hava verið.
Eftir fyrra umfar 28. januar fóru tvey tey bestu valevnini víðari. Har var millum annað tann tjóðskaparligi Jussi Halla-aho úr Sonnum Finnum útsligin.
Forsetaembætið er fyrst og fremst umboðandi, men forsetin stendur á odda fyri landins uttanríkisð og trygarpolitikki. Hann hevur harumframt evstu leiðsluna fyri finsku verjudeildirnar.
Embætið hevur harvið fingið serligan týdning, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í feberuar í 2022, og eftir at Finnland gjørdist limur í Nato.
Minni enn eitt ár eftir at Finnland gjørdist limur í Nato hevur stórur spenningur ferið um, hvør skuldi loysa av Niinistö. Hann var í sín tíð kallaður »Putin-teskarin«, tí hann fyrr hevði góð viðurskifti við starvsbróðirin eystanfyri. 
Millum mongu uppgávurnar, sum bíða Stubb, sum er íðin Nato-viðahaldsmaður, er at handafara viðurskiftini við grannalandið, sum er vorðið alsamt verri undir krígnum. Stubb hevur víst greiðan stuðul til Ukraina og hevur í valstríðnum tosað fyri einni klokkuklárari støðu mótvegis Russlandi.
– Tað verður einki samband við Russland ella við russisku leiðsluna yvirhøvur, fyrr enn kríggið er endað, sigur Stubb í samrøðu beint fyri valið.
Stubb hevur gloppa dyrnar fyri møguleika at flyta kjarnorkuvápn gjøgnum Finnland. Men hann vil ikki hava, at kjarnorkuvápn verður goymd í Finnlandi.
/ritzau/TT

 
 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útróður á føroyska landgrunninum

23 minuttir síðan
Tíðindi

Gud gev mær tín frið

29 minuttir síðan
Tíðindi

Politiið sær ofta tilfar sum er gjørt við vitlíki

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

1 tími síðan
Tíðindi

Ungur bilførari fekk koyriforboð

1 tími síðan
Tíðindi

Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan hevur spælt 125 landsdystir

3 tímar síðan
Tíðindi

Sálmar við styrki

9 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

10 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

10 tímar síðan