info
Ongi úrslit

Korona: Hetta mugu vit góðtaka  

Tað eru so nógvir tilburðir av koronu, at okkurt mátti gerast, sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin

Áki Bertholdsen
10. november 2021 kl. 09:02

Tað er landsstýrið, sum ger av, hvørji tiltøk verða sett í verk fyri at basa koronu, og vit skulu stuðla landsstýrið í teimum avgerðum, sum verða tiknar.

Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Miðflokkurin hevur tvíhildið um, at vit skulu ikki gera mun á fólki, men eitt av tilmælunum frá landsstýrinum er nettupp at vit skulu hava koronupass fyri at fara á matstovur, á skeinkistøð, á vøllir, ella í hallir at hyggja at ítrótti, á venjingarmiðstøðir, til tannlækna, frisør, fysioterapi, og annað.

Bill Justinussen sigur, at tað eru tað er ógvuliga ymsar meiningar um koronupass, og tað eru rættiliga nógv í Miðflokkinum, sum ikki vilja vita av tí. Og ráddi Miðflokkurin einsamallur, høvdu vit neyvan fingið eina skipan við koronupassi, sigur hann. Men sum støðan er, heldur hann, at vit eiga at góðtaka eina slíka skipan.

– Tað hevur stóran týdning, at vit ikki læsa okkum føst í eini støðu, sum vit ikki vita so nógv um. Og tá ið hetta er tilmælið frá okkara fremstu serfrøðingum á heilsuøkinum, eiga vit at lurta eftir tí, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.

– Okkurt mátti gerast, tí smittutølini eru ov høg, leggur hann afturat.

Tilmælið um, at vit skulu brúka koronupass er bara galdandi, tá ið 16-75 fólk verða smittað um dagin í eina viku. Eru smittutølini minni enn tað, er tilmælið um koronupass ikki galdandi.

Og Bill Justinussen heldur, at kynstrið verður nú hjá okkum øllum at vit bera okkum so skynsamt at, at smittutølini fella so nógv, at, at vit sleppa undan skipanini við koronupassi.

Annars heldur hann, at tlmælini eru hóskandi, tí vit noyðast at seta tiltøk í verk fyri at berja smittuna niður.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

6 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

6 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

7 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

7 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

8 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

9 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

9 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

10 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

10 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

10 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

11 tímar síðan