info
Ongi úrslit

Korona: Nú er eitt nýtt slag av omikron fari at ganga

Nú kanna tey, hvussu vandamikil hesin varianturin er, og hvussu væl koppsetingin verjir ímóti honum

Áki Bertholdsen
19. januar 2022 kl. 18:00

Nú er ein serligur variantur av omikron farin at gera um seg í Danmark. Hetta er ein undir-variantur av omikron. Danska heilsustýrið sigur, at næstan helvtin av teimum, sum nú verða smittað við koronu, verð smittað av hesum nýggja variantinum av omikron.

Higartil hava tey funnið tríggjar undir-variantar av omikron, BA1, BA2 og BA3. Sum heild er tað BA1 varianturin, sum hevur gjørt um seg allastaðni hesa seinastu tíðina, men nú verða alsamt fleiri smittað við BA2 variantinum.

Um árskiftið vóru 20 prosent av teimum, sum fingu koronu, smittað við BA2 variantinum, men nú eru tað 45 prosent. Samstundis er talið fallið á teimum, sum verða smittað við BA1 variantinum. Danska heilsustýrið sigur, at gongdin er tann sama í Bretlandi, Noregi og Svøríki. Tey leggja afturat, at tað er stórur munur á BA1 og BA2 variantinum.  ´

Heilsustýrið spurningurin er, hvussu hart hesin varianturin fer at raka, eitt nú, hvussu illa hann smittar, hvussu sjúk fólk verða og hvussu væl koppsetingin verjir fyri honum. Men enn vita tey ikki hvør munur er á BA1 og BA2 variantunum í so máta. Hetta eru spurningar, sum verða kannaðir. Men enn er tað ongar ábendingar um, at tað er nakar munur á, hvussu sjúk fólk verða, tí tað verða ikki fleiri av teimum, sum fáa BA2, sum vera innløgd enn tað verða av teimum, sum fáa BA1.

Samstundis verður eisini kannað, hvussu illa BA2 smittar og hvussu væl koppsetingin verjir ímóti hesum variantinum. Men í heilsustýrinum vænta tey, at koppsetingin eisini verjir væl ímóti BA2 variantinum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Troels Lund: Álitisbrot kostaði Preben Bang limaskapin

35 minuttir síðan
Tíðindi

Preben Bang: Eg eri koyrdur úr Venstre

1 tími síðan
Tíðindi

Lavrov: Ukraina-kríggið heldur fram og fer helst at mennast

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyingur heldur høvuðsfyrilestur á ársfundi WHO Europe

1 tími síðan
Tíðindi

Nú nærkast hugnaligi eldradagurin í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður krevur greitt svar frá Norðurlondum

1 tími síðan
Tíðindi

Finski forsetin: - Øll Norðurlond fingu tað at vita

2 tímar síðan
Tíðindi

Atlantic Airways keypir tvey nýggj flogfør

4 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis verður dagurin hildin á Tvøroyri

4 tímar síðan
Tíðindi

Støre er ósamdur við Mette

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal til Póllands

5 tímar síðan
Tíðindi

Barnaárini hoyra børnu­num til – ikki tøkni­risunum

5 tímar síðan