info
Ongi úrslit

Noregi: Koyrdu inn í eini hús og lótu lív

- Hóast lívbjargandi fyrsta hjálp varð veitt á staðnum, eydnaðist tað ikki at bjarga teimum, sum vóru í bilinum, sigur norska løgreglan

Vilmund Jacobsen
12. juni 2026 kl. 23:59

Seinnapartin í dag lótu tvey fólk lív í Lærdal í Noregi, tá ein bilur koyrdi inn í eini hús.

Norska løgreglan sigur, at tað vóru tey, sum vóru í bilinum, ið lótu lív, og bæði vóru búsitandi í útlandinum.

Hetta vóru eini summarhús, og eingin búði í húsunum, tá vanlukkan hendi.

Norska løgreglan sigur, at eitt stórt bjargingarátak varð sett í verk eftir vanlukkuna.

Men, hóast lívbjargandi fyrsta hjálp varð veitt á staðnum, eydnaðist tað ikki at bjarga teimum, sum vóru í bilinum.

Løgreglan veit ikki, hví bilurin koyrdi inn í húsini.

Fyrr í kvøld visti norska løgreglan at siga, at tey avvarðandi at teimum, sum lótu lív, høvdu ikki fingið boðini um vanlukkuna.

Tað er vanliga Kripos, sum syrgir fyri hesum, men tað kann taka tíð at fáa fatur í teimum avvarðandi.

Átaksleiðarin hjá løgregluni, Ole Ronny Olsen, segði við NRK seinnapartin, at fólkini, sum vóru í bilinum, høvdu álvarsligar løstir.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

15 minuttir síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

1 tími síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

1 tími síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

1 tími síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

1 tími síðan
Tíðindi

Gøtubrá fer út um landoddarnar

2 tímar síðan
Tíðindi

14.414 fólk við Oyggja­leiðu­num hjá SSL í heyst­frí­tíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Roðin vil gera kommunurnar demensvinarligar

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

3 tímar síðan
Tíðindi

Monet-málningur setti sølumet í París

3 tímar síðan
Tíðindi

Árligar strandarlandasamráðingar í London

4 tímar síðan
Tíðindi

Koyrdi 151 km/t – misti koyrikortið á staðnum

5 tímar síðan