Dagurin byrjaði við morgunmati saman við borgarstjóranum, Elsu Berg. Her greiddu lærlingarnir frá, hvar teir eru í læru, og hvørjar uppgávur teir arbeiða við.
Á degnum vitjaðu lærlingarnir á Stjórnarskrivstovuni, Tórshavnar Havn og Brannstøðini, har teir fingu innlit í ymisk arbeiðsøki og uppgávur í kommununi. Á skránni var m.a. felags døgurði á Angus og ein hugnalig løta í bowlinghøllini.
Eisini varð tíð sett av til prát um, hvussu kommunan kann gerast enn betri sum lærupláss og tryggja lærlingunum eina góða og læruríka lærutíð.
Lærlingadagurin var bæði læruríkur og hugnaligur og gav lærlingunum møguleika at læra hvønn annan og kommununa betur at kenna.